Leguhúsið fær 50.000 kr. frá Jólamerkjagrunninum

Posta við Jólamerkjagrunninum lat í gjár 200.000 kr til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung. Harav fekk Leguhúsið í Nesvík 50.000 kr. til at betra um spæliøkið rundan um Leguhúsið.

Vit ynskja støðugt at bøta og betra um spælikarmarnar hjá børnum og ungum rundan um Leguhúsið. Stóri hylurin oman ímóti sjónum verður dúgliga brúktur, serliga í summarhálvuni. Her fara børn og ung út at rógva við smáum jollum. Jollurnar slítast tó skjótt av nógvu nýtsluni – tí ynskja vit at keypa nýggjar jollur, árar og spæliútgerð til hylin, umframt at gera ábøtur við verandi jollur.

Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Jólamerkjagrunninum, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hesin stuðulin kemur væl við, bæði hjá okkum og uttan iva eisini hjá hinum góðu verkætlanunum, sum Jólamerkjagrunnurin lat stuðul til í ár.

Um Jólamerkjagrunnin

Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Hesuferð eru 200.00 kr. latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi.  

LES EISINI  Fært tú hjálpt okkum leygardagin?

”Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesu ferð hava vit valt at lata stuðulin til kunnandi tilfar, ljóðførisátøk og útgerð til barnaítriv. Tað er við til at geva børnunum góð minnir í frítíðini,”  sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.   

Ítriv til børn og ung

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið stuðul til útgerð til Leguhúsið í Nesvík, meðan Guliskúli hevur fingið játtað pening til ítrív til næmingarnar. 

ÍVF Teknmál hevur fingið stuðul til undirvísingartilfar at varpa ljós á føroyskt teknmál, meðan bæði Kyn og Colitis Crohn felagið fáa stuðul til kunnandi tilfar. Barnasjónvarpssendingin, Látiløtan, fær eisini stuðul.

Harmoniorkrestrið GHM og Kamartónleikakappingin Crecendo fáa eisini lut í stuðlinum.  

Í nevndini fyri Jólamerkjagrunnin sita Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Fróði Joensen, yvirlækni og Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.

Umboð frá Kyn og Gulaskúla vænta á myndini.

Um jólamerkini

  • Posta hevur givið út føroysk jólamerki á hvørjum ári síðan 1976
  • Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum
  • Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini, og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjur knýttar at jólunum
  • Jólamerki kunnu keypast á stamps.fo og á posthúsum kring landið. Í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið, og kostar arkið 30 kr.
LES EISINI  Skeiðsluttakarar keyptu 6000 litrar av olju
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina