Leguhúsið riggað til summarið

Nú nærkast. Stóri dagurin, sum vit hava glett okkum til líka síðani vit í fjør avlýstu summarlegurnar, stendur nú endiliga fyri durðum. Summarlegurnar byrja aftur.

Síðst í komandi viku vænta vit tey fyrstu glaðu børnini og vaksu til fyrstu summarlegana.

Leygardagin var árligi arbeiðsdagurin í Nesvík, har næstan 90 fólk møttu upp fyri at gera Leguhúsið klárt til summarið.

Húsið varð vaskað og ruddað. Ymiskt varð flutt runt, og nógvir seymir og skrúvir vórðu negldar og skrúvaðar hendan dagin, sigur húsavørðurin Sigvald Zachariasen. Øll kømurini vórðu vaskaði, og ítrivsrúmið er sett í stand. Í ovaru hæddini í kamarslonini vórðu allar hurðarnar settar í, og loftið úti í gongini í niðaru hæddini er liðugt. Fólk ruddaðu neystið og verkstaðið. Øll vindeygu og útihurðar vórðu smurd og stillaði.

Samstundis arbeiddu onnur uttanfyri, har tey málaðu og settu nýggjan vatnkrana upp við parkeringsøkið. Onkur slerdi gras, meðan onnur lúkaðu, so tað kom nógv burturúr leggur Sigvald afturat.

LES EISINI  #Selfiefamiljan – familjulega í februar

Nýggja neystið varð eisini innilokað, so nú er bara eftir at tetta og leggja tjørupapp á takið. Nakrir smáir snøklar eru eftir, so fólk eru framvegis vælkomin at hjálpa til, endar Sigvald við at siga.

Kamarslonirnir eru ikki lidnar enn, men nú nærkast. Summarlegurnar byrja 25. juni, og málið er framvegis, at ovara hæddin verður liðug tá, soleiðis at vit kunnu brúka kømurini, sum eru har. Vónandi eru fleiri, sum vilja hjálpa okkum at røkka hesum málið. Tá ið timburarbeiðið og elarbeiðið er liðugt, so verður brúkt fyri fleiri góðum fólkum til at rudda og vaska kamarslonirnar. Um tú vilt vera við í handaliga arbeiðinum ella at rudda og vaska, so kanst tú seta teg í samband við Sigvalds Zachariasen á telefon 230076.

Ein tílíkur arbeiðsdagur hevur sera stóran týdning fyri summarlegurnar og virksemið í Leguhúsinum annars. Tí skal ljóða ein hjartans tøkk til øll tey, sum hjálptu okkum leygardagin.

LES EISINI  Nógvar fyrimyndir á familjulegu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina