Leiðararáðstevnan verður 25.sept
Í ár verður aftur møguligt hjá sunnudagsskúla- og juniorleiðarum at fara á leiðararáðstevnu í Nesvík.
Bent Molbech Pedersen verður høvuðstalari á ráðstevnuni.
Jóhan Hansen, sum er ráðgevi innan barna og familjuøki hjá Kirkjuligu Heimamissiónina, gleðir seg til ein spennandi dag saman við sunnudagsskúla- og juniorleiðarum.
– Eg gleði meg at taka ímóti sunnudagsskúla- og juniorleiðarum, og eg vænti at vit fáa ein gevandi og spennandi dag saman. Hetta er eitt sera relevant evni, sum vit verða saman um fyrrapart, har Bent fer at gera eina generatións-analysu, sum lýsir munin millum tá hann var barn og hvussu tað er nú. Seinnapartin eru eisini nakrar áhugaverdar og relevantar verkstovur á skránni.
Tiktakið er ókeypis, men tó er neyðugt at melda seg til tiltakið. Tað kanst tú gera HER.