Leiðaraskifti á Blákrossheiminum

Í dag var almenn móttøka á Blákrossheiminum á Nesi í sambandi við leiðaraskiftið. Olga Magnussen, sum hevur verið leiðari í 18 ár, er farin úr starvi og varð takkað fyri tað, samstundis sum nýggi leiðarin Jütta Olsen var bjóðað vælkomin. Jütta hevur verið leiðari seinasta árið, meðan Olga hevur verið í farloyvi.

Hjalmar Hansen, formaður í stýrinum fyri heimið, og Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya, søgdu nøkur orð fyri Olgu og Jüttu. Dakko handaði eisini Olgu eina gávu. Síðani hugleiddi Olga stutt um árini í arbeiðinum. So var sangur og tónleikur frá starvsfólki á heiminum.

Tað varð eisini bjóðað til ábit, samstundis sum orðið var frítt til heilsanir. Nøkur tóku orðið og Jütta endaði løtuna. Væl av fólki var komið saman, huglagið var gott, og nógvar tøkkir og góðynski vóru at hoyra.

LES EISINI  Poddvarp: Blái Krossur vil eisini taka hond um børnini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina