Leiðsla á breddan í Løkshøll

Vikuskiftið fríggjadagin 13. og leygardagin 14. januar verður leiðsluráðstevna í Løkshøll. Talan er nevnliga um GLS ráðstevnuna, sum verður hildin fyri 14. ferð. 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar. Ráðstevnan er ætlað øllum leiðarum og eisini eru løtur settar av til netverkan. Fleiri fyrilestrar verða á ráðstevnuni, harav verður ein samrøða við Lene Moyel Johansen, Ríkisumboð í Føroyum.

Lene er Útbúgvin løgfrøðingur og hevur arbeitt í mong ár innan familju- og arvarætt. Hevur undirvíst á Fróskparsetrinum og á Københavns Universitet. Fyrilestrarnir verða vístir á stórskíggja, og eru hesir allir týddir til føroykst.

Nakrir av røðarunum eru m.a. Craig Groeschel, Carey Niuewhof, Vanessa Van Edwards.


Skráin

Fríggjadagur 13. januar

  • 08.00 – 08.45: Innskriving / morgunmatur
  • 09.00 – 10.00: Craig Groescel
  • 10.00 – 10.30: Steðgur
  • 10.30 – 12.00: Johnny C. Taylor Jr og Deb Liu
  • 12.00 – 13.00: Døgurði
  • 13.00 – 14.00: Samrøða við Lene Moyell Johansen, Ríkisumboð
  • 14.00 – 14.30: Steðgur
  • 14.30 – 15.30: Vanessa Van Edwards
LES EISINI  Fyrsta upplivilsið er sera gott við góðari uppmøting

Leygardagur 14. januar

  • 08.00 – 08.45: Innskriving / morgunmatur
  • 09.00 – 10.00: Stephanie Chung
  • 10.00 – 10.30: Steðgur
  • 10.30 – 12.00: Carey Nieuwhof og Vanessa Van Edvardds
  • 12.00 – 13.00: Døgurði
  • 13.00 – 14.00: Jon Acuff
  • 14.00 – 14.30: Steðgur
  • 14.30 – 15.30: Bob Igor

Eisini verður felagssangur og framførslur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina