Lesiringurin Mirjam: Ein lesiringur fyri kvinnur

Mánakvøldið var lesiringur fyri fyrstu ferð í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Og hóskvøldið verður fyrsti lesiringurin í Havn, har kvinnur møtast í KFUK. Endamálið er at lesa um kvinnurnar í bíbliuni.

Hilda Viderø, úr Klaskvík, hevur tikið stig til nýggju lesiringarnar.


– Endamálið við lesiringunum er einfalt, at kvinnur lesa skaldsøgurnar og tosa um innhaldið í bókini. Allar kvinnur kunnu vera við. Eg havi altíð verið áhugað í kvinnuleiklutinum í bíbliuni og samfelagnum sum heild. Eg haldi tað er stuttligt at koma saman við kvinnum, sum eisini eru áhugaðar í kvinnnuleiklutinum, greiður Hilda frá.

Tað eru vælumtóktu bøkurnar hjá Francine Rivers, ið verða gjøgnumgingnar.

– Eg havi altíð verið sera hugtikin av kvinnuleiklutinum í Frelsissøguni. Eg las fyrstu bøkurnar hjá Francine Rivers á enskum. Mær dámdi tær sera væl,  men saknaði søgugongdina á góðum føroyskum. Nú bøkurnar eru á føroyskum var tað mær ein fragd at fara undir ein lesiring. Hesar bøkurnar eru serstakar, tí Tamar lærir okkum um “Vón”, Rahab um “Trúgv”, Rutt um “Kærleika”, Batseba um “Ómetaliga náði” og Maria um “Lýdni”. Allar  hesar kvinnurnr eru nevndar í ættartalvu  Jesusar

LES EISINI  Ungar kristnar kvinnur

– Vit lesa bøkurnar árðenn vit møtast, og ein av okkum fær ábyrgd at leggja fram og hugleiða hvat hon hevur fingið burturúr. Tað stendur henni frítt at seta spurningar og/ella at tosa um okkurt, sum hon heldur er áhugavert ella okkurt, sum kan útdýpast meira og draga paralellir til okkara gerandisdag. Allar eru við í prátinum.

Eg havi fingið afturmeldingar frá kvinnum, sum siga at tær lesa als ikki. Og til tín, sum ikki lesur: tú kanst vera við. Í framaløgunum leggja vit dent á søgugongdina og tú fært eitt innlit í innihaldið í bókunum, sigur Hilda og leggur afturat, at um onkur ikki lesur føroyskt, so hevur hon nakrar bøkur á enskum.

Í fyrsta umfari møtast kvinnurnar seks ferðir, og síðani verður støða tikin til um tær halda áfram við øðrum bókum.

Lesiringurin í Klaksvík hevur gjørt av at møtast triðu hvørja viku. Tann í Havn møtist fyri fyrstu ferð hóskvøldið.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin hevði vitjan

Møtast fyrstu ferð í Havn hóskvøldið

Lesiringin í Havn hava Hilda Viderø og Pavla Syderbø Mikkelsen fyri. Fyrsta kvøldið verður hugnaligt prát og gjørt verður av, hvussu ofta tær skulu møtast. Um tú eigur bøkurnar, tak tær við. Annars er møguleiki at lána og at keypa bøkurnar hesi kvøld. Allar kvinnur er vælkomnar.

Lesiringurin í Havn byrjar kl.19.30 hóskvøldið.


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina