Lindin hevur stuðulsdag

Leygardagin 23. januar hevur Lindin stuðulsdag í Öström í Havn. Dagurin byrjar klokkan 13.00 og endar klokkan 23.00. Á skránni verða samrøður, livandi tónleikur, uppboðssøla av málningum, barnatiltak og annað.

Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ millum annað Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og Oddbjørg Poulsen.

Ígjøgnum allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum afturvið. Roknað verður við at mong nýta høvi at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum hjá Lindini niðri í Öström. Ein uppboðssøla yvir málningar, ið kendu listamálararnir Eyðun av Reyni, Hilmar Højgaard, Astrid Mouritsen, Poul Skarðenni, Finnleif Mortensen, Eli Smith og Sámal Toftanes hava latið til tiltakið, verður skipað seinni út á kvøldið. Eisini verða nógvir og fjølbroyttir vinningar útlutaðir ímillum ymsu tiltøkini. Hugvekjandi barnatiltak, ið burturav skal mynda eina serliga løtu til børnini, verður miðskeiðis á degnum við Bubu, Ásbjørn Berthelsen og Absalon Áargarð. Dagurin endar við at drigið verður um ein høvuðsvinning, ið Christian í Grótinum hevur latið Lindini á stuðulsdegnum. Hepni vinnarin kann púra frítt velja sína ferð út í heim, frá Fonn Flog, fyri 25.000 krónur.

Lindin byrjaði sítt virksemi 21. januar 2000, og eru nú 16 ár liðin, síðan fyrsta sendingin varð útvarpað. Í dag røkkur Lindin hvønn einasta tíma í vikuni til meira enn 90% av Føroya fólki. Frá fyrsta sendidegi av hava trúgvir stuðlar, og afturvendandi stuðulsdagar, fíggjað allan raksturin av Lindini. Hesin er árliga umleið 1,6 milliónir krónur, og umleið 50 fólk eru onkursvegna beinleiðis virkin og varða av í Lindini. Av hesum eru nógv tey flestu sjálvboðin og ólønt.