Lindin stórt stuðulstiltak í morgin
Góð 19 ár eru liðin, síðani Lindin byrjaði at senda, og í morgin verður dagurin hildin við einum stórum stuðulstiltaki, verður sagt í tíðindaskrivi frá Lindini:
Nú leygardagin 2. februar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 19 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 14 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 milliónir krónur. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.
Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 2. februar byrjar klokkan 14.00, har sent verður beinleiðis úr Miðvági og útvarpstovuni í Havn, og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin verður drigin klokkan 23.30. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir, og millum kl. 15 og 19 verður sent frá Fríkirkjuni í Miðvági.
Seinni út á kvøldið verður sent úr Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag í Havn, Bøkjarabrekku 9, ella í Fríkirkjuna við Gjónna í Miðvági. Vinningar verða lutaðir út gjøgnum dagin til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu, har høvuðsvinningur er eitt gávubræv á 10.000 krónur frá Fonn Flogi.
Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og – upplivingum.
Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Telefon 321377 og SMS 521377.
Vit, ið varða av Lindini, ynskja við hesum stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus.
FM sendarar hjá Lindini frá norðast til sunnast:
Eysturhøvdi, Svínoy 103,4 mhz. (bygdirnar eystan Múla)
Klakkur, Borðoy 103,0 mhz. (Klaksvík, Leirvík, bygdirnar á Kunoy og Kalsoy)
Varmakeldueiðið, 103,7 mhz. (Fuglafjørður, Kambsdalur og Gøturnar)
Á Gøtueiði 103,4 mhz. (bygdirnar við Skálafjørðin, Funningsfjørður og Gøturnar
Rossafelli 92,5 Mhz – Sundalagið, Eiði, Oyri, Nesvík
Vestmanna 92,3 mhz. (Vestmanna og har um leiðir)
Sornfelli 98,0 mhz. (Norðurstreymoy og Kaldbaksfjørður)
Sørvágur 92,3 mhz. (Sørvágur, Bøð, Flogvøllurin, Vatnsoyrar og Gásadalur
Miðvágur 103,4 mhz. (Miðvágur og Sandavágur)
Nólsoy 101,0 mhz. (Tórshavn, Skálavík, alt miðøki og langt út um landið)
Oyrnafjall, Tvøroyri 105,0 mhz. (Tvøroyri, Øravík, Famjin og Hov)
Spinarnar, Suðuroy 105,5 mhz. (Sunnara helvt av Suðuroynni)
Sandvík, Suðuroy 92,5 mhz (Sandvík og har um leiðir)
Hvalba, Suðuroy 103,0 mhz (Hvalba og har um leiðir)