Lindin tendrað FM sendarar

Nú er aftur møguligt at hoyra Lindina á FM.

Fyri nakað av tíð síðani boðaði Lindin frá, at tað fyribils ikki fór at verða møguligt at lurta eftir Lindini á FM radio.

Helst eru mong, ið hava saknað at hoyrt Lindina beinleiðis á FM signalinum. Men nú verður møguligt hjá áleið 25.000 av føroya fólki at hoyra Lindina.

FM sendarar eru settir upp og tendraðir á Undir Varða, á Høganesi og á Brúnaskarði. Lindin hoyrist tí nú í Havn, Skálafjørðinum, Nólsoy, Rituvík, Argjum, Hoyvík, Syðrugøtu, Fuglafirði, Leirvík, Klaksvík og allarhelst aðrastaðni eisini.

Frekvensurin Undir varða (Havn) er 101,1, Høganes 103,3 og Brúnaskarð 92,3.

Lindin sigur eisini at vónin er at fáa fleiri antennur settar upp. Samstundis takkar Lindin øllum, ið tolin hava bíðað.

Tey, ið framvegis ikki hoyra Lindina umvegis antennu kunnu framhaldandi hoyra Lindina á netinum (Lindin.fo), á Facebook síðini hjá Lindini ella sum poddvarp á Spotify.

LES EISINI  Stórmøtini verða send á Lindini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina