Lindin verður 20 ár – stuðulsdagur og opið hús leygardagin

Leygardagin 25. januar 2020 verður stuðulsdagur og opið hús í Østrøm í Havn‚ í samband við at Lindin verður 20 ár. Tiltakið verður frá klokkan 13 og til klokkan 23.30.

Ígjøgnum allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum til matna. Eisini verða tónleikaframførslur‚ klovnurin Bubu, prát við ymiskar áhugaverdar persónar, lutakast um góðar vinningar og uppboðssøla av málningum.

Tiltakið er alment og ætlað øllum.

LES EISINI  Lindin tendrað FM sendarar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina