Livandi steinar                

 -Komið til hansara, hin livandi steinin, sum væl varð vrakaður av monnum, men er útvaldur og dýrmætur hjá Guði, og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist- 1 Pæt 2,4-5

Jesus hevði mong og ymisk nøvn. Eitt teirra møta vit her.

– Komið til hansara ”hin livandi steinin” Hetta er myndatala, tí kunnu steinar vera livandi? Ja.

Jesus var og er ein livandi og andligur steinur, klettur, grundstøði, sum Guds ríki byggir á.
Guds ríki er eitt andligt hús, andligur bygningur, grundaður á Kristi deyða og uppreisn.
Hetta var og er Guds vilji, tí til hetta, var Jesus sendur, útvaldur og dýrmætur hjá Guði.

Tú, sum ert doyptur og livir í trúgv á Jesus, tú hevur tikið ímóti Jesusi.
Tú ert komin á klettin, Kristus at standa, og Gud ynskir at tú skalt liva har.
Tað er stórt og tað týdningarmesta í lívinum. Men ikki nokk við tí.
Jesus ynskir samstundis at gera teg til ein livandi stein í sínum livandi bygningi.
Jesus reinsar og halgar, ja, ger síni til prestar, fyri at tey skulu bera lív sítt fram, sum eitt offur, væl toknað av Guði.
Hvønn dag arbeiða Guðs børn í bygninginum og uppá bygningin, so hann verður so stórur
og sterkur sum gjørligt, áðrenn Jesus kemur aftur.

LES EISINI  Tak familjuandaktina til páskirnar niður

Ein prestur í Nakskov skuldi prædika yvir henda tekst til eina barnagudstænastu.
Fyri at gera sannleikan um byggingina av Guðs ríki meiri ítøkiliga, hevði hann verið
hjá einum múrara og lænt nakrar múrsteinar.
Hann bað so børnini koma upp á kórsgáttuna og gav teimum ein múrstein í part,
sum tey skuldu skriva navn sítt á.

Við steinunum skuldu børnini so byggja eitt hús runt um doypifuntin.
Tey so gjørdu, men vóru ivasom, tí bygningur teirra sá so ússaligur út.

Tá øll børnini høvdu lagt sín stein upp á bygningin, byrjaði presturin at siga teimum, at
Guðs vilji var, at alt lív teirra skuldi verða ein livandi steinur í hansara livandi bygningi á fold.
Hann segði eisini, at skuldi Guð fáa sín vilja framdan við bygninginum, og skuldi bygningurin, Guðs ríki, røkka út til øll heimsins lond, so var allneyðugt, at hvør einstakur steinur var lýðin, og gjørdi sín gerning har sum Guð hevði sett hann.

LES EISINI  Vilt tú verða grøddur?

Børnini skiltu myndataluna. Áminningin ljóðar tí – eisini til vaksin og stór Guðs børn:

– Latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein
heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist- ø.5.

Byrjað við at takka fyri, at tú kanst standa og liva á tí livandi klettinum Jesusi.
Takka síðani fyri, at hann ger teg til ein livandi stein, í sínum altjóða kirkjubygningi, hvørs endamál er, at byggja Guds ríki her á jørð.
So vil gleði, undran, spenningur, trúskapur,… fylgja tær í trúarlívinum og í tænastuni.
Øll kunnu verða við – hóast ikki øll kunnu ella skulu gera somu tænastu.
Bygningurin hevur stórar, smærri og lítlar steinar – og klípir. Tørvur er á øllum.
Tí kanst tú eisini vera við.
Guð vælsigni teg til tað!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina