Ljóðbøkur frá KABB: Sum at fáa ein jólapakka
Síðani 2004 hevur Anna Nesá í Norðragøtu havt so nógv niðursetta sjón, at hon hevur ikki kunnað lisið. Men nú lurtar hon eftir ljóðbókum, serliga kristiligum ljóðbókum, og tær er hon sera glað fyri, og vil viðmæla øðrum.
Í Norðragøtu býr Anna Nesá. Í 2004 gjørdist hon sjúk í høvdinum, hon fekk vatn á heilan, og tað gjørdi, at ein stórur partur av sjónarnervunum oyðiløgdust, og hon misti stóran part av sjónini.
– Eg síggi einki við øðrum eyganum, og hitt hevur eina vánaliga sjón, men eg klári meg við tí, men eg fái ikki lisið, sigur hon.
Fløguspælara frá Hjálpitólarmiðstøðini
Anna sigur, at hon altíð hevur havt tungt við at lesa, tí hon er orðblind.
– So tað hevur ikki verið mín sterka síða, og eg havi tí lisið lítið. Men eftir at eg hevði fingið nógv niðursetta sjón, fekk eg at vita um ljóðbøkur. Eg fekk so ljóðbøkur gjøgnum NOTA í Danmark, sum er eitt bókasavn, ið fæst við ljóðbøkur til fólk, sum eru blind ella sjónveik og fólk, sum eru lesiveik annars. Haðani fekk eg tilsendar tríggjar ljóðbøkur (fløgur) um mánaðin.
– Ein kann eisini fáa fløguspælara frá Hjálpitólarmiðstøðini, sum serliga eru ætlaðir blindum og sjónveikum, og um ein er vístur til tað gjøgnum heilsuverkið, sigur Anna.
1.000 kristiligar ljóðbøkur
Men Anna fekk eisini at vita um KABB, tað stendur fyri ‘Kristeligt Arbejde Blandt Blinde’.
KABB er ein felagsskapur, sum stendur innanfyri fólkakirkjuna og hevur til endamáls at boða evangeliið til blind og sjónveik. Til tess at røkka hesum endamáli, verður Kristeligt Lydbibliotek rikið og lænir kristnan lesna sum ljóðbøkur ókeypis til blind og sjónveik.
– Har eru bara kristiligar bøkur, og tær havi eg verið sera glað fyri. Eg kann fara inn á heimasíðuna, kabb.dk, og velja tær ljóðbøkur, eg vil hava; men lættari er at fáa tær tilsendar automatiskt hvønn mánað. Eg havi valt at fáa tvær bøkur um mánaðin, og tað er sum at fáa ein jólapakka hvørja ferð.
Ljóðbøkurnar (fløgurnar) skulu sendast retur, tá ein er liðugur við tær. Úrvalið er stórt, í løtuni eru umleið 1.000 bøkur at velja í.
Læknaváttan krevst
Fyri at sleppa at læna ljóðbøkur frá KABB, skal ein fyrstu ferð fylla út eitt oyðublað og eisini senda eina læknaváttan um, at ein er blindur ella sjónveikur. Um alt hetta kann lesast meira á heimasíðuni. Tað kostar einki, men tú kanst lata eina gávu, um tú vilt tað. Ein kann eisini gerast limur og gjalda eitt limagjald, so fær ein eisini limablaðið.
– Mær dámar sera væl at lurta. Eg havi ein fløguspælara í kamarinum og ein inni í køkinum, so eg kann lurta meðan eg arbeiði, sigur Anna.
Eisini føroyskar ljóðbøkur
Tað ber eisini til at læna føroyskar ljóðbøkur. Á heimasíðuni ljodbokur.fo er eitt yvirlit yvir ljóðbøkur, sum kunnu lænast í flestu bókasøvnum í Føroyum. Har eru eisini nógvar bøkur at velja í.
– Ljóðbøkurnar eru uppbyggjandi fyri meg og kunnu viðmælast. Um áhugi er at vita meira um hetta, kunnu fólk seta seg í samband við meg, sigur Anna Nesá at enda.