Ljóðviðurskiftini á Skála bøtt munandi

– Seinastu tíðina hevur verið nógv arbeitt við at bøta um ljóðviðurskiftini í salinum í Meinigheitshúsinum á Skála. Tað sigur Ingi Hansen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum saman við fleiri øðrum sjálvbodnum.

Ingi Hansen greiðir frá, at ljóðviðurskiftini hava ikki verið av teimum bestu í húsinum: – Tað hevur verið nógvur eftirklangur í salinum, og tað hevur havt við sær, at tað hevur verið torført, serliga hjá fólki við niðursettari hoyrn, at hoyra talur og annað.

Neyðugar ábøtur

Men tá tað verður missiónsvika í Meinigheitshúsinum á Skála í aðru viku í februar, kunnu luttakararnir gleða seg til stórar batar. Seinasta heyst gjørdi stýrið nevniliga av at gera nakað við trupulleikan.

– Avgjørt varð at keypa nýtt hágóðskuljóðanlegg og doyva eftirklangin í rúminum, greiðir Ingi frá, og hann fór beinan vegin í holt við at leggja arbeiðið til rættis.

– Ecophon-plátur eru settar upp á veggin, og ljóðteppi er hongt upp aftanfyri pallin. Hetta hevur havt sera stóra ávirkan á ljóðviðurskiftini, heldur Ingi og heldur fram: – Vit meta, at henda íløgan hevur verið átrokandi og neyðug.

LES EISINI  Altíð ein serlig løta at senda ein trúboðara út í fjarskotin lond

Samstundis varð ljóðanleggið keypt inn, og mong sjálvboðin hava havt úr at gera við at skifta anleggið út og gera húsið klárt til missiónsvikuna. – Missiónsvikan er eitt gott høvi hjá ljóðfólkunum at eftirmeta ljóðviðurskiftini og kanna, um bøtast skal enn meira um tey, sigur Ingi.

Tað kostar at reka eitt meinigheitshús

Ingi greiðir frá, at tað er sera kostnaðarmikið at reka eitt meinigheitshús, um tøknin skal vera nútíðarhóskandi. – Slit og annað hevur við sær, at ljóðføri mugu skiftast út av og á. Íløgan, ið er gjørd, er eitt stig á leiðini. Av sliti er tørvur á at skifta nøkur ljóðføri út, men hetta má bíða, til peningur er tøkur til tess, greiðir Ingi Hansen frá, og hann vónar, at sera mong fáa gleði av hesum átakinum.

Ein upplagdur møguleiki er í døgunum 4. til 9. februar, tí tá er missiónsvika á Skála.

Meinigheitshúsið á Skála

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina