Lógin eisini …

Boða vit ikki eisini lógina, so tala vit ikki satt um Gud.

Gleðiboðskapurin má aldri gerast ein umbering fyri at halda fast um syndina, tí hon er ógvuliga vandamikil, sigur frímeinigheitsprestur, Martin Haahr.

“Boða vit ikki Guds lóg, so tala vit ikki satt um Gud. Tí lógin er ein opinbering av heilagleika Guds. Boða vit ikki hana, ja, so boða vit í veruleikanum ein avgud. Tað er heilt grundleggjandi: Lógin snýr seg um veru Guds.”

Soleiðis ljóða orðini frá Martin Haahr, ið er frímeinigheitsprestur í LM kirkjuni í Herning.

“Mál lógarinnar er at reka okkum til Jesus. Tá djevulin roynir at taka lógina frá okkum, so hevur hann altso í roynd og veru ætlanir um at taka Jesus og gleðiboðskapin frá okkum”, sigur hann við at sipa til Luther.

“Tí er boðanin um lógina avgerandi neyðug.”

ER JESUS MÍN STAÐGONGUMAÐUR ELLA BERT MÍN VEGLEIÐARI?
Martin Haahr leggur dent á, at man sjálvandi ikki bert skal boða lógina. Eisini gleðiboðskapin, nýggja lívið, og tað, at vit eru skapt, má boðast, men uttan lógina kann tað ikki gerast skilligt fyri menniskju, hvussu álvarsom syndin og vreiði Guds er, leggur hann dent á, og skoytir eyðmjúkt upp í:

“Mín egna boðan kundi helst eisini verið týðiligari. Men eg royna at boða tað, eg upplivi, teksturin sigur mær.” Hann skilur ímillum at tala um lógina og at boða lógina.

“Vit mugu ikki bert tala um lógina og ætlan hennara, men eisini leggja rødd til rannsakandi og vekjandi tóna hennara, so áhoyrarar okkara í lógini møta hinum heilaga Gudi”, sigur hann og endurgevur ein vin, ið sigur, at tað er eins og at halda ein fyrilestur um sjúku og  at viðgera sjúkuna.

“Eg havi upplivað at verða tættast knýttur til Jesus, tá orðsins boðarar hava havt frímóð til eisini at boða lógina inn í lív mítt”, sigur fyrrverandi lærarin á leiðaravenjideplinum hjá KFS.

Vit svíkja tilhoyrarar okkara, um vit tiga og minka um talu lógarinnar. Tú ert ikki frelstur, um Jesus bert er ein vegleiðari og uggari, men ikki ein staðgongumaður, hvørs blóð reinsar fyri alla synd. Tað er ein vandi fyri, at vit ikki leita og spyrja eftir einum náðigum Gudi, um vit bert sjáldan hoyra lógina boðaða.”

avleiðingin sær hann, tá hann fær ung fólk í sálarrøkt. Men eisini hjá sær sjálvum sær hann freistingina til at gera gleðiboðskapin til ein umbering at halda fast um syndina.

“Vit hugsa, “Jesus hevur longu borið alla mína synd, so tað hevur helst ikki so nógv at siga, hvussu vit liva. Men Jesus meinar, tað hann sigur, og hann kallar okkum til at vera lýðin móti sær í øllum. Syndin er ógvuliga vandamikil, tí hon er jú eitt vald innan í okkum, ið er máttmiklari enn vit. Hon doyvir samvitsku okkara. Og synd, ið vit halda fast um og verja, førir okkum inn undir vreiði Guds.”

Eg boði fyri mær sjálvum fyrst

Tað avgerandi fyri Martin Haahr er, hvussu hann fer inn í bíbliutekstin: Tað er orð Guds, ið er talað til hann, júst í dag, undirstrikar hann.

“Lógin skal avdúka og vekja meg sjálvan. Um ikki, so gerst mín tóni lættliga dømandi, og tá kann eg gera øðrum skaða. Eg eigi ikki at standa og hykla uppi á prædikustólinum. Tí má eg lata tekstin boða til meg sjálvan fyrst, áðrenn eg luti hann víðari til onnur.”

Hann er eisini tilvitaður um, at tá ið hann boðar lógina, so kann tað vekja mótstøðu frá fólki. Men hetta eru nú einaferð treytirnar hjá boðaranum og fyri kristin fólk, ið luta gleðiboðskapin í sinum gerandisdegi, heldur hann. Sjálvur finnur hann frímóð frá Jesaja og Jeremia profeti, ið hóast ógvusliga burturvísing boðaðu um Gud aftur og aftur.

“Grundleggjandi hava vit tørv á at hoyra júst tað sama sum á døgum Jesaja, tí Gud er hin sami, og vit eru somuleiðis tey somu,” greiðir hann frá og vísir aftur, at tað, at menniskju í dag kanska eru meira sálarliga viðkvom enn fyrr, ger, at vit eiga at tiga burtur ella minka um talu lógarinnar.

“Tað hevur stóran týdning at geva væl gætur, hvar menniskju eru og fyri veikleikum teirra, men vit hjálpa teimum ikki við at broyta, hvør Gud er. Boðanin hjá profetunum, ápostlunum og hjá Jesusi orða lógina, og hvør eri so eg, um eg hugsi so, at vit hava tørv á onkrum øðrum, ella at eg sleppi frá at gera tað? Boða vit ikki lógina, so verða vit ikki førd til og hildin føst av Jesusi sum frelsara okkara.”
Tro&Mission, Nicklas Lautrup-Meiner

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina