Løgmaður allahalgannadag: Havið er okkum viðhvørt bæði frændi og fíggindi

Seinnapartin skipaði Føroyska Sjómansmissiónin, sum siður er, fyri minningarhaldi teirra sjólátnu í Havn. Á Vinnuháskúlanum helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðu og Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevði andakt. Aftaná varð farið niðan í viðarlundina, har kransar vórðu lagdir við minnisvarðan fyri teimum, ið fórust á sjónum. Síðani allahalgannadag í fjør er ein maður farin á sjónum. Tað er Jákup Marnar Klein úr Klaksvík, sum doyði umborð á Topas Amani í Nigeria 27. februar í ár, 62 ára gamal.

Røða løgmans

Í røðu síni nevndi løgmaður millum annað, at hóast vit liva í einum parti av heiminum, har friður er millum grannalond, eiga vit tó ein granna – havið – sum er ein góður tænari, men ikki altíð ein so tespiligur harri. Stødd mitt í norðuratlantshavi vita vit, at hetta stóra havið viðhvørt er okkum bæði frændi og fíggindi. Í hesum sambandi nam løgmaður við okkara vælvirkandi tilbúgving og tann góða sjómansskapin, sum eyðkennir sjófólk okkara, men legði afturat, at kortini er tað ikki vandaleyst at leggja út á hav.

LES EISINI  Latið pakkar til sjófólkið í sjeyti ár

Løgmaður nevndi eisini, at aðrir minningardagar eru, eitt nú fyri deyð pinkubørn, og at tað ofta verður sagt, at Føroyar eisini áttu at havt aðrar minningardagar, eitt nú fyri kvinnur, ið eru deyðar í barsilssong, ella onnur, ið settu lív sítt í vága fyri onnur. Men allahalgannadagur er eisini til minnis um tey, sum sótu eftir, tá menn fórust á sjónum, og tað stríð, sum tey høvdu, fyri at koma á føtur aftur, og hvussu tey soleiðis hava gagnað samfelagnum.

90 ár síðani Acorn, 20 ár síðani Sjóborgina

Løgmaður nevndi serliga tvær skipsvanlukkur. Í ár eru nevniliga 90 ár, síðani ta ræðuliga vanlukkuna umborð á Acorn, tá sjey mans brendust til deyðis. So meint sum vanlukkan rakti, noyddust teir, ið komu frá vanlukkuni við lívinum, kortini til skips aftur, tí aðrir møguleikar vóru ikki. Men hin vanlukkan minnir okkum á, at enn kann havið raka okkum meint. Tí í ár eru eisini 20 ár, síðani Sjóborgin av Strondum fórst við fimm monnum. Sum Mikkjal á Ryggi kvøður: “Havdýpið ikki á bjálkum er bygt!”

LES EISINI  At liva við havinum er bæði dýrabart og vandafult

Ein slíkan dag koma vit saman, fyri at stuðla, minnast og vísa samanhald, tí kærleikin endar ikki við gravarbakkan, segði løgmaður. At enda lýsti hann vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina samkenslu við teimum, ið hava mist, og Guds frið yvir minnið um tey, sum sjólátin eru.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina