Sjómanskvinnuringurin á Argjum 50 ár
Mánakvøldið, 24. februar, var 50 ára hátíðarhald fyri Sjómanskvinnuringinum á Argjum.
Ringurin varð stovnaður 4. februar 1975, eftir at Kirkju- og missiónshúsið var vígt 22. desembur 1974.
Hátíðarhaldið varð hildið í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum, og sjómanskvinnuringurin í Tórshavn varð boðin við. Menninir vóru eisini við, saman við Streingjakórinum og kvinnukórinum Tabitha.
Kvøldið byrjaði við, at Maria Hansen, forkvinna, bjóðaði vælkomin. Kórið Tabita sang, áðrenn Torleif Johannesen hevði andakt. Síðani greiddi Maria stutt frá søguni hjá ringinum. Aftaná var ein góður drekkamunnur, og Torleif vísti myndir frá sjólívinum.
Eftir hetta var burturluting. Síðani sang Streingjakórið og Halgerð Reynslág, kassameistari, endaði kvøldið.
Tríggjar av teimum, sum vóru við frá byrjan, vórðu heiðraðar. Tær vóru Vilhelmina Johansen, Halgerð Reynslág og Maria Hansen. Maria varð eisini heiðrað fyri at hava verið forkvinna síðstu 25 árini.
Forkvinnur hava verið Sólborg Dulavík, 1975 – 1980, Sanna Mortensen, 1980 – 2000 og Maria Hansen, síðani 2000. Halgerð Reynslág hevur verið kassameistari øll árini.
Leiðslan í dag er: Maria Hansen, Halgerð Reynslág, Johanna Sigurðsheim og Elsa Dam.
Teimum varð takkað hjartaliga fyri arbeiðið.
Uppmøtingin var góð, og kvøldið var væl eydnað. Tað gav íblástur til framhaldandi arbeiði fyri Sjómansmissiónina – sjófólkinum til signingar og Gudi til æru.