Nýggjur geymi frá Sjómansmissiónini
Í fjør fekk Føroyska Sjómansmissiónin stóra gávu frá einum skipi. Tá var gjørt av, at partur av pengunum skuldi nýtast til ein nýggjan geyma við sjónbanda-upptøkum við ymiskum kristnum sangum.
Tað eru fleiri ár síðani fyrri geymin varð gjørdur og fólk hava javnan spurt eftir fleiri upptøkum, tí sangur er væl dámdur av mongum.
Tað hevur tikið nakað av tíð og orku at fáa geyman lidnan. Nú er hann liðugur og verður borðin umborð á skipini komandi vikurnar. Samstundis er ætlanin at geva hann til sambýlir og ellisheim.
Á geymanum eru umleið 14 tímar av sjónbandaupptøkum. Tað eru 185 sangir og sálmar, nakrir jólasálmar og nakrar talur.
Tað eru sera ymisk kór, bólkar og solistar sum syngja. Hesi koma ymsa staðni frá í landinum. Nakrir bíbliuleikir eru eisini og upplestur av bíbliuørindum.
Tað er ein vanligur geymi, sum passar í sjónvørp og teldur. Lyklaringur er hongdur uppí, so fólk síggja, at tað er geymi frá Føroysku Sjómansmissiónini.
Rækjutrolarin Emerald, var fyrsta skipið sum fekk nýggja geyman frá Sjómansmissiónini.
Geymin kann eisini keypast á skrivstovuni í Nesvík og á www.manna.fo og kostar 450 kr.
Stuðul til Trúboðan: Trúboðin krevur ikki inn haldaragjald, men arbeiðið verður fíggjað við gávum. Takk, um tú vilt vera við til at stuðla okkara arbeiði, so Trúboðin áhaldand kann bera kristilig tíðindi til gleði og signing fyri mong. Vit takka fyri eina og hvørja gávu til arbeiðið. Les meira….