Logos Hope-vika í Føroyum: Savna olju til Logos Hope

Sum siglandi fólk vita føroyingar væl, at olja krevst, um skipini skulu sigla. Tað er sjálvandi einki øðrvísi við trúboðaraskipinum Logos Hope. Tað er missiónsfelagsskapurin OM (Operation Mobilisation), ið eigur og rekur Logos Hope, ið tey flestu kenna sum gomlu Norrønu.

Nú Logos Hope hevur virkað í tíggju ár sum trúboðaraskip, hevur hon siglt 100.000 fjórðingar og vitjað í 68 londum og ligið í 155 havnum. Heili átta milliónir fólk hava vitjað umborð. Fleiri føroyingar hava eisini siglt við í styttri og longri tíðarskeið.

Hetta er fjórða skipið hjá OM, síðani felagsskapurin fór undir hetta virksemið í 1970. Hini skipini vóru Logos, Doulos og Logos II. Saman hava tey vitjað í 150 ymiskum tjóðum, og meira enn 47 milliónir fólk hava vitjað umborð. Allastaðni hevur endamálið verið tað sama: At boða gleðiboðskapin um Jesus.

Í løtuni liggur Logos Hope í Rio de Janeiro í Brasil. Næstu mánaðirnar fer hon spakuliga norður eftir eysturstrondini á Brasil, áðrenn leiðin í desember gongur inn í Karibiska havið. Í apríl vendir Logos Hope tó gronini móti Evropa, og OM Føroyar vónar, at hon eisini leggur leiðina til Føroya.

LES EISINI  OM hevur aðalfund í kvøld

Sagt verður, at tað kostar 750 krónur at sigla ein fjórðing. Um kostnaðurin verður roknaður eftir gestum, so kostar tað fimm krónur fyri hvønn, sum vitjar umborð, meðan skipið liggur við bryggju. Tí ger ein peningagáva stóran mun fyri mong menniskju, sigur OM Føroyar. Til ber at stuðla Logos Hope við at trýsta her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina