Lovsangstiltøk í Vágum

Í heyst verða tólv lovsangstiltøk í Vágum. Tiltøkini verða í øllum kirkjum og samkomum í oynni. Hetta eru ellivu støð tilsamans.
– Fyri at fáa eitt gott bíbilskt tal, so er ætlanin, at tað eisini skal verða eitt tólvta tiltak. Enn er ikki greitt, hvar ið tað skal verða. Allar leiðslurnar hava tikið sera væl ímóti hesum, og øll eru spent uppá tiltøkini. Tað verður skipað á tann hátt, at innan lovsangsbólkurin byrjar, so eru tað vertirnir á tí einstaka staðnum, sum byrja tiltakið. Tankin aftanfyri tiltøkini er, at vit øll skulu standa saman og lovsyngja og tilbiðja okkara Harra og frelsara, sigur Richard Johansen, sum er ein av fyrireikarunum.
Tiltøkini verða mánakvøld klokkan 20.00, og tað fyrsta tiltakið var síðsta mánakvøld í skúlanum í Gásadali. Síðani verður hildið fram í Bíggjar kirkju, Kedron í Sørvági, Libanon í Sørvági, Zarepta á Vatnsoyrum, Sørvágs kirkju, missiónshúsinum í Miðvági, Fríkirkjuni við Gjónna í Miðvági, Sandavágs kirkju, meinigheitshúsinum í Sandavági, Miðvágs kirkju og seinasta tiltakið verður 12. desember. Sum sagt, er enn er ikki greitt, hvar tað verður.