Lurtar eftir Stórmøtum í Haifa

Karen E. Abrahamsen av Nesi, arbeiðir sum voluntørur á Ebenezar ellisheiminum í Haifa í norður Ísrael. Hon fegnast yvir møguleikan at lurta á netinum, sum hevur stóran týdning fyri hana og vónandi mong onnur.

-Tað var bæði gott og stimbrandi at hoyra og síggja Stórmøtið á netinum. Eg føldi meg sum heima, hóast eg eri langt heiman ífrá, sigur Karen.

-Nú tað er trupult at savnast í kirkjum og missiónshúsum vegna korona, er tað meiri týdningarmikið enn áður, at fáa kristna boðskapin út á netið. Har eru nærum ongar avmarkingar, hvussu langt hann nær út, so tað er ein frálíkur møguleiki, sigur hon.

-Sendi endiliga møtir, sangir, vitnisburðar og annað gott kristiligt út á netið. Tað ger onki, um okkurt hevur verið sent áður, men sjálvandi er gott og neyðugt við nýggjum eisini, sigur Karen.

-Tað er gott at arbeiða aftur á Ebenezer heiminum, har eg havi arbeitt fyrr. Nøkur av búfólkunum eru deyð og onnur eru komin inn at búgva, meðan eg havi verið heima í Føroyum í eitt ár og átta mánaðir, sigur Karen.