Lynda Randle kemur til Føroya

Heimamissiónin hevur gjørt avtalu við vælumtóktu songkvinnuna, sum er serliga kend fyri sína luttøku í Gaither Homecoming.

Tann 20. november 2021 fært tú møguleikan at uppliva Lyndu Randle í einari konsert í Nesvík. Við síni karakteristisku rødd fer hon, í góðum southern gospel stíli at syngja eina rúgvu av hennara frálíku sangum.

Júst nú Lynda Randle aktuel við hennara seinastu útgávu, White Christmas.

Hon greiðir frá at hon sum 12-ára gomul tók ímóti Harranum sum hennara persónliga frelsara. Men tað var ikki fyrrenn fýra ár seinni, tá hon mátti ásanna at hon noyddist at lata Gud eisini taka avgerðirnar í lívinum, at tað brádliga byrjaðu at henda ting, ið hon ikki hevði væntað.

– Eftir at eg varð liðug í 9.flokki og seinni kláraði ígjøgnum 10.fokk í tí almenna skúlasysteminum, so koyrdu foreldur míni meg í ein í ein hvítan kristnan skúla. Øll verðin broyttist fyri mær. Eg sá nú lívið frá einum heilt øðrum sjónarhorni, og eg var hugtikin av øllum teimum møguleikum, sum Gud gav mær, sigur Lynda Randle.

LES EISINI  Stuðulskonsert

Eftir at hava verið á skúlanum í ein mánað varð koyrd uppí einasta kórið á skúlanum. Og øll hini í kórinum vóru hvít.

– Tað kendist næstan ómøguligt at syngja við í kórinum at byrja við. Men Gud var trúfastur! Eg haldi, at Gud fyrireikaði meg uppá tað, sum eg veit, er hansara vilji við mær nú: At byggja brýr, sigur Lynda Randle, sum ikki fjalir at hennara stríð móti rasismu hevur eitt serligt pláss í hennara hjarta.

Lynda Randle og maður hennara, Michael, búgva í Liberty, Missouri. Tey hava tvær døtrar, Patience og Joy. Beiggi hennara er Michael Tait, sum er kendur frá DC Talk og Newsboys.

Meira kunning um nær og hvussu møguligt er at keypa atgongumerki til konsertina verður kunngjørt seinni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina