Lýsing eftir skrivstovufólki hálva tíð

Kom og ger mun á einum spennandi arbeiðsplássi!
Søkt verður eftir skrivstovufólki til hálvtíðarstarv á skrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Skrivstovan er í Leguhúsið í Nesvík.
Sølu av bókum og øðrum tilfari er eisini partur av arbeiðnum.

Arbeiðið umfatar m.a.
• Vanligt skrivstovuvirksemi m.a. at svara telefon og telduposti
• Ábyrgd av bókasøluni og nethandlinum (www.manna.fo)
• Ábyrgd av bókagoymsluni
• Haldarastýring hjá KUMPAS

Persónligir eginleikar
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)
• tað er ein fyrimunur, um tú hevur grundleggjandi grafiskar førleikar og dugir at brúka Canva

Tú fært ábyrgd av
• bókasøluni, harundir nethandlinum (www.manna.fo)
• skrivstovuni – saman við hinum á skrivstovuni
• Tú vísir til aðalskrivaran

Vit bjóða tær
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• eitt spennandi og fjølbroytt starv
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

LES EISINI  Starvsfólkatrot elvir til stórar broytingar á Trúboðanum 

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 1. februar 2023.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo


Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión.
Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina