Mannfólkavikuskifti í Nesvík næsta vikuskifti

Aftur í ár verður væl vitjaða manslegan hildin í Nesvík. Í ár er legan frá 15. til 17. september.

Seinastu árini hava verið umleið 200 menn á legu hvørja ferð, og longu nú eru nógvir, ið hava meldað seg til.

– Tað er verulig ferð komin á tilmeldingarnar, men tað er framvegis fleiri pláss, siga fyriskipararnir. Og vit ynskja sjálvandi at bjóða øllum monnum vælkomnum til Nesvíkar. Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá monnum at njóta eitt vikuskifti við undirvísing, hugna og góðum mati.

Evnið í ár er ‘Gud, ert tú har?’

Tað verður 38 ára gamli danski presturin Morten R. Kristensen, sum kemur at hava fyrilestrarnar umframt prædikuna í kirkjuni sunnudagin. Hóast sín unga aldur, so hevur spurningurin “Guð, ert tú har” eisini gjørt um seg hjá Morten, tá ið millum annað sjúka og mótburður hava rakt.

Guðs tíð er altíð! Soleiðis hevur verið tikið til, men soleiðis kennist tað ikki altíð. Mangt og mikið er tað, ið kann leggja okkum fótonglar á okkara lívsleið. Og familjulívið, yrkið, væntanir, ja, sjálvt trúgvin kann kennast sum tung byrða at bera.

LES EISINI  Fjallaprædikan, fuglatúrur, festmáltíð og FIFA til mannfólkavikuskifti 

Spurningurin treingir seg á: Er Gud har? Um, ja, hví grípur hann ikki inn?

Nógv spennandi á skránni

Umframt andaligu føðina, so verður eisini nógv gjørt burturúr sosiala partinum.

Hitapottar verða alla leguna. Harafturat fáa vit gott undirhald frá Hilmari Jan Hansen. Og sum nakað nýtt, so verður eitt FIFA øki gjørt, har menn kunnu stytta sær stundir við nøkrum góðum FIFA dystum, siga fyrireikarnir og leggja afturat, at sum vanligt, so verður nógvur góður matur sjálvandi at fáa.

Mannfólka vikuskifti 2023.jpeg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina