Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga manslegan í Nesvík verður um vikuskiftið 15.-17. september. Aftur í ár hava vit eina spennandi og fjølbroytta skrá við góðum tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum, heitum pottum, framførslu frá tónleikabólkinum Blátt Gras og serliga góðum mati.
Manslegan hevur seinastu tvey árini verið væl umtókt. Hvørt ár hava umleið 150-200 menn úr øllum landinum luttikið, yngri sum eldri.
TEMA
Evnið fyri mansleguna í ár er ‘Hevur tú tíð…?’. Vit liva í eini sera resutari tíð og hava ivaleyst ongantíð havt so ringa tíð sum nú. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at strongd er vorðin ein vanlig sjúka, familjur eru í upploysn, og fleiri torna upp andliga.
Um vikuskiftið steðga vit á í øllum resinum og koma inn á, hvussu vit kunnu duga betur til at raðfesta okkara tíð. Vit hava allir 24 tímar í døgninum, men hvussu brúka vit hesar tímarnar? Vit hava eina avmarkaða tíð á jørðini, hvussu brúka vit hesa tíð best?
SKRÁ
Fríggjadagur 15. september
Kl. 18:00 Vælkomin
Kl. 18.30 Nátturði
Kl. 20.00 Bíbliutími – Hevur tú tíð at liva? v/ Pól Johannesen
Kl. 23.00 Pannukøkur og ísur
Kl. 24.00 Andakt
Leygardagur 16. september
Kl. 09.00 Morgunmatur
Kl. 10.00 Bíbliutími – Hevur tú tíð at lurta? v/ Bergur Debes Joensen
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.30 Bíbliutími – Hevur tú tíð at tæna? v/ Bergur Debes Joensen
Kl. 15.00 Avbjóðandi uttandura mannfólkakappingar
Kl. 18.30 Festkvøld við góðum mati
Sangframførsla: Blátt Gras
Undirhald: Helgi Abrahamsen & Bill Justinussen
Kl. 22.00 Sangløta & andakt v/ Jørgin Jacobsen
Sunnudagur 17. september
Kl. 09.00 Morgunmatur
Kl. 11.00 Gudstænasta – Tíðin rennur sum streymur í á v/ Sverra Steinhólm
Kl. 12.30 Døgurði
Kl. 13.30 Vit rudda og takka fyri
P.S. Heitir pottar uttanfyri alt vikuskiftið!
Freistin at tekna seg: 10. sept.
Kostnaður: 650 kr.