Legan í ár verður spennandi sum ongantíð áður
Orðini eigur Magni Højgaard, sum er ein av fyrireikarunum til mansleguna, ið verður vikuskifti 17. til 19.sept.
Tað er danski presturin Henrik Højlund, sum kemur á vitjan og fer at hava tríggar áhugatímar á leguni. Henrik Højlund er ein kendur maður í Danmark, og hevur fleiri ferðir verið frammi í miðlunum tá kjakast hevur verið um ymisk evnir. M.a var hann í Go’aften Danmark í august, og tosaði um, at Copenhagen Pride fylti ov nógv. Til ber at síggja innslagið HER.
Fyrireikarnir av leguni hava eisini verið tíðliga úti og fingið fatur á danska prestinum. Fyri trimum árum síðan gjørdu teir avtalu við Henrik um at koma til Føroyar í 2020, men tá ongin lega varð í fjør, so játtaði Henrik seg til at koma í ár ístaðin.
Ovi Brim og Henrik hava saman funnið fram til evnið á leguni, sum verður Treiskni vinnur.
– Legan er fyri allar menn
Nakað, ið hevur eyðkent manslegurnar er, at tær eru fevnandi og raka allar menn.
– Vit leggja okkum eftir at verða fevnandi. Hóast tað er eitt Heimamissións tiltak, so leggja vit okkum eftir at raka øll sløg av monnum. Menn frá ymsum samkomum koma, menn, sum ikki ganga í nakrari samkomu. Og tað eru ongi krøv um at verða við til alt. Summir sita í hitapottinum alt vikuskifti, aðrir koma ongantíð úr inniskónum og joggingbuksunum, meðan aðrir eru við til allar aktivitetir og tiltøk, sigur Magni, sum í ár, saman við Ova Brim og Suna Justinussen, skipar fyri mansleguni.
Umframt áhugatíma við Henrik Højlund og hitapottar, so verður møguligt at fara ein fjalltúr við Pól og Pól (Sundskarð og Johannesen), fara til Fullpower Bootcamp ella til kórsang. Afturat tí verður tað framúr undirhald leygarkvøldið.
– Sjúrður Skaale kemur at undirhalda, so tað verður ikki fornemmari. Eisini kemur Terje Vestergaard at syngja. Afturat øllum hesum, so verður tað góður matur – grind og spik o.s.v. So eg má siga tað – legan í ár verður spennandi sum ongantíð áður, sigur Magni Højgaard at enda.
Hann leggur afturat, at nú er verulig ferð komin á tilmeldingarnar, og at tað ræður um at gera skjótt av og melda til leguna. Til ber at melda til HER.