Manslega í Nesvík
Um eina góða viku verður árliga manslegan aftur í Nesvík. Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, sum skipar fyri, og í fjør var legan stúgvandi full við umleið 200 monnum úr øllum landinum, yngri sum eldri.
Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá við fyrilestrum, heitum pottum, boing-bóltum, framførslu frá tónleikabólkinum TOS og serliga góðum mati.
Evnið á mansleguni í ár er ‘Menn í oyðimørkini’, og tað tekur støði í oyðimarkagongdini hjá Ísraels fólki í Gamla Testamenti. Komið verður inn á, at vit á sama hátt sum Ísraels fólk eru bjargað frá trælahaldi og ganga eisini í eini oyðimørk fram ímóti okkara endaliga máli.
Meira kann lesast um tiltakið her, og ein kann melda seg til mansleguna á mission.fo.