Martin Joensen heiðraður

Mikudagin, 19. januar, fekk sangskrivarin, lagasmiðurin, sangarin og myndlistamaðurin, Martin Joensen, “Serstøku virðisløn Landsins” handaða í Salt.

Sigast má, at Martin í mong ár hevur víst sínar fjølbroyttu listagávur til stóra gleði fyri mong.

Til lukku, Martin, og tøkk fyri títt stóra íkast til føroyskt mentanarlív.

Heiðurin hevur tú sanniliga uppiborið.

Her syngur Martin: “Í tínum trygdarskugga”, sum hann yrkti og gjørdi lag til íblástri úr Sálmi 91 í Gamla Testamenti. Upptøkan er frá føstugudstænastu í Gøtu kirkju, 17. mars 2021.

LES EISINI  Harmonikuvinir: Er tín dagur fyltur av sorg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina