Meðan russar gera innrás velja prestar at verða verandi

Russland gjørdi hósmorgunin 24.2 innrás í Ukraina, og tekur seg í hesu løtu alt longur vestureftir móti høvuðsstaðnum, Kiev. Russiski forsetin, Vladimir Putin kunngjørdi, at styrkir hansara bert gjørdu seg inn á hernaðarútbúnað. Hann stóð fast uppá, at Ukraina í veruleikanum ikki er til sum ein tjóð.

Igor Bandura, varaforseti í baptistafelagsskapinum – størsta protestantiska samtakið í Ukraina – hoyrdi um skaðar á heimið hjá einum trúarfelaga í Donetsk undir eini Zoom videosamrøðu við sínar 25 staðbundnu leiðarar kring landið, har allir tóku lut, uttan tann eini frá Donbas í eystara hersetta Luhansk økinum, ið ikki var førur fyri at taka lut.

Men úr býnum – Chasov Yor á hermótinum við Donetsk, stutt frá Luhansk, í einum øki, sum ukrainar enn hava tamarhald á – har hoyrdi Bandura metingar frá lokal-fólki.

“Fólk her vilja ikki vera undir russiskum yvirvaldi,” fekk hann at vita. “Men tey kenna seg fullkomiliga hjálparleys. Hvat kann vanligi ukrainin gera?”

“Biðja og ikki stúra.”

Hetta var yvirlýsingin frá Ukrainian Council of Churches and Religious Organizations (UCCRO), ein dag aftaná at áheitanina til Putin ikki varð svarað.

Ukrainski yvirrabbinarin heitti á kristnar leiðarar at lesa Sálm. 31 saman.

“Vit heita á tykkum um at verða verandi rólig og ikki at stúra og rætta tykkum eftir boðunum frá ukrainska statinum og hernaðarliga myndugleikanum,” váttaði UCCRO. “Sannleikin og altjóða samfelagið stendur saman á ukrainsku síðuni. Vit trúgva uppá, at tað góða kemur at sigra við hjálp Guds.” Ukrainar í túsundatali flýddu vestireftir, meðan russiskar rakettir raktu við mál um alla tjóðina. Ukrainski innanríkismálaráðharrin greiddi frá um bumbutilburðir í hundraðtali.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, kunngjørdi í eini sjónbandaupptøku stutt eftir midnátt, at 137 ukrainar lótu lív fyrsta dagin eftir innrásina. “Teir drepa fólk og gera friðaligar býir um til hernaðarlig mál,” segði hann sambært The New York Times. “Hetta er mannminkandi og dirvisleyst og verður aldri fyrigivið.”

Valentin Siniy, forseti í Traviski Christian Institute (TCI) í Kherson, um 50 míl úr Crimea, mátti taka seg aftur frá sínum evnislestri saman við einum toymi av Bíbliutýðarum, tá russiskar tyrlur lupu á staðbundin mál.

“Teir drepa fólk og gera friðaligar býir um til hernaðarlig mál,”
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky


Teir flestu eldru pastorarnir í kirkjunum vórðu verandi í býnum. Ungdómsleiðarar byrjaðu at flyta børn og ung burtur,” greiddi hann CT frá.

LES EISINI  Pávin bað um fyrigeving

Ímeðan hevur kirkjan latið kjallarar upp fyri grannum, ið búgva í stórum íbúðarblokkum í fleiri hæddum, sum vórðu raktir av bumbum.

“Eg og allir leiðararnir verða verandi í Kiev,” segði Yuriy Kulakevych, leiðari í útlendismálum í hvítisunnukirkjuni. “Vit halda á við forbønstænastuni, tosa við fólk fyri at minka um skelkin og hjálpa teimum neyðstøddu.”

Í Kamyanka, 145 míl sunnanfyri, greiddi Vadym Kulynchenko, frá Our Legacy Ukraine, at kirkja hansara longu varð byrjað at taka ímóti flóttum eystaneftir.

Fyribils skýli verður veitt teimum og høvuðstørvur teirra er matur, heilivágur, brennievni, reinførisvøra og luftmadrassur.

Bumbur raktu við 3 infrastrukturmál í hansara býi.

“Vinarliga biðið, eisini fyri at vit mugu skilja, hvat hendir her, tí her eru nógv “Fake news.””

Kyiv Theological Seminary (KTS) hevur fyri stuttum sent út eina almenna ávaring.

Tað at skapa øsing, ræðslu og hurlivasa við at spjaða villeiðandi og skeiva kunning, tað er júst tað, fíggindin roynir at gera,” skrivaði ein samskiftisfrøðingur herfyri.

LES EISINI  Sat7 heitir á bøn fyri Miðeystri og Norður Afrika

Hósdagin, 24,2 eggjaði KTS Facebook brúkarum til ikki at lata seg øsa av fíggindanum við at taka fram Jesaja 41,10 og minna tey á, hvussu ofta Gud í Orði sínum sigur “Stúrið ikki”.

“Hvør ert tú til at siga, at tjóð okkara ikki er til?”
Igor Bandura, varaforseti í baptistafelagsskapinum

Nógv umhugsa at flýggja men sleppa ikki avstað, viðmerkir ein serfrøðingur.

“Hvør ert tú til at siga, at tjóð okkara ikki er til?” segði Igor Bandura sum svar til retorikkin hjá Putin. Sannleikin er hjá okkum og Gud er við okkum. Vit vilja liva í friði, men um Russland ynskir at taka hetta frá okkum, ja, lat okkum so berjast.”

“Innrásin í Ukraina er bæði órímilig og av órøttum” staðfestir Thoms Bucher, aðalskrivari hjá European evangelical Alliance. Tað hevur verið ført fram av russum, at hetta er neyðugt fyri at verja etniska russar í Ukraina og fyri at forða Ukraina at hótta Russland. Hesar framsetingar eru ósannar. Henda vanlukkan er íbirt av Putin forseta av geopolitiskum orsøkum.”

Nógvir ukrainar sýna mótstøðu.

Biðjandi ukrainar í Ukraina

YouVersion hevur lagt til merkis økta nýtslu frá ukrainum og russum av teirra vælumtóktu Bíbliu app hesar seinastu 3 vikurnar: Leitingar eftir orðinum ótti vaks 11%; friður vaks við 44%.

Nógv vitja kirkjur – Ov fáar Bíbliur

“Vit hava prentað Bíbliur fyri 2022 men longu nú, vit eru í øðrum mánaði av hesum ári, eru nærum ongar Bíbliur eftir á goymslu,” segði Anatoliy Raychynets, varaaðalskrivari fyri ukrainska Bíbliufelagið við Eternity News stutt undan innrásini.

“Í okkara kirkjum-hvørt tað so er ortodoksar, katólskar, protestantiskar ella evangeliskar kirkjur, so koma nú alt fleiri nýggj í kirkju. Ikki bert leygar- og sunnudagar, men alla vikuna,” helt hann fram. Tá vit hava bíbliutímar um kvøldarnar leggjast eisini nýggj afturat. Fólk ið ynskja at biðja, at frætta okkurt, ið ber vón og troyst.”

LES EISINI  Forbiðjarin

Taras Dyatlik, økisstjóri fyri eysturevropa og sentralasien hjá Overseas Council International, hevur biðið um at ganga saman at biðja fyri “sannleikanum” og nevnir hann framtíðarútlitini hjá miðlunum.

“Vit bóðu ikki um kríggið. Kremlin og Vladimir Putin komu til Ukraina við tí. .. Tað mugu gerast moralskar metingar av álopsgerðum sum hesari,” skrivar teologiski undirvísarin. “Hesar gerðir hava bíbilskar greiningar og bíbilskar metingar. Vinarliga biðið fyri andaligu greiningunum í hesum.”

Dyatlik endaði sína bøn við eini áheitan til trúgvandi á báðum síðum av hesi ósemju:

Vinarliga biði, at russisk kristin mega fara at biðja russiska tingið steðga áganginum; at tey ikki mega vera kvirr, biðið fyri vestligu stjórnunum, fyri USA og ES.

Eg vil her at enda biðja tykkum biðja fyri teim ukrainsku kristnu, at vit fara at tæna og virka sum ein vónarinnar felagsskapur í rætta og sanna týdninginum av hesum orði; at vit í hesi royndartíð mega bjóða alt fleiri at hava góð viðurskifti við Gud og børn hansara, bjóða til relatiónir í kærleika, vón, uggan og troyst, at okkara sinn og veran kann halda á við at broytast til veru Jesu Krists.

Bandura endar her við at nevna tær báðar høvuðsbønirnar frá 25 kristnu leiðarunum.
“Fyrst at steðga áleyparanum,” segði hann. “Men síðani eisini fyri friði til at svara við einum sonnum kristnum sinnalagi og ikki við einum menniskjaligum hatri.”

Kelda: Christianity Today(CT) av Rachel Pfeiffer

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina