Meðan vit bíða 3. partur

Adventin: um- og djúphugsni

Trúgvin talar

Sakarias gjørdist málleysur, av tí at hann ivaðist, men nú tosar hann við trúarrødd. Í einum profetiskum lovsangi boðar hann fólksins trúarsøgu og samstundis knýtir fortíð, nútið og framtíð saman í einum vitnisburði til Guds æru. Í triðju adventdjúphugsanini fara vit at grunda yvir tað, ið er, sum var og tað, sum kemur.        

Les Lukas 1,57-80

Hvør einstakur okkara hevur sína søgu og upplivilsi saman við Gudi, ið hevur týdning fyri trúarlív okkara, har vit standa í dag og skilja, at vit eru av Guds náði frelst í fortíð og nútíð, nýggir frelstir skapningar og  kunna  liva í friði í nútíðini og við vón og trúgv um framtíðina.

Trúgvin letur okkum vita, ”at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.” (Áp 4,20). Um vit gloyma Guds náði og tær gerðir, hann hevur sýnt okkum, og ístaðin síggja tað, vit sjálvi megna, kemur ivin og óttin, og tøgnin fær valdið.

LES EISINI  Jólaheilsan frá formanninum

Tá ið ótti og ivi gera okkum kvirr, kunna vit saman við Sakariasi líta afturá, hvussu hin alvaldi Gud mangar ferðir greip inn í lív okkara og leiddi okkum úr myrkrinum, soleiðis, ”at vit bjargað úr hndum fígginda vára, óttaleys mátti tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar.”           

Orð til um- og djúphugsni komandi viku:

Vikuorðið: ”Lovaður veri Harrin, Gud Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; (Luk 1,68)  

Vikuspurningurin: Hvussu greip Gud inn í lív mítt?

Skriva vikuorðið og spurningin:

CFM hevur skrivað, H.D. Joensen umsetti

Lukas 1,57-80

Føðing Jóhannesar
Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son. Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.»  Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust.  Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum.

Lovsongur Sakariasar
Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: «Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.» Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.

LES EISINI  Silvitni: Up! good christen folk and listen (Ding, dong, ding)
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina