“Mediemod” í Føroyum

Í dag nýta vit skerm, sum ongantíð fyrr, og fyri fleiri er hann til stóra gleði. Tey fæstu kenna vansarnar við skermnýstlu – serliga tey yngru børnini. Í fýra ár hevur Mikael Arendt Lauersen, aðalskrivari í KLF, Kirke & Medier granskað, hvat vansarnir við talgilding hava at týða fyri okkum menniskju, fyri familjur og okkara samfelag. Hesar tankarnar hevur hann samlað í verkætlanini ”Mediemod”(Djarvur á netinum) – Les meir á klf.dk/mediemod. Nú bjóðar Mikael ein fyrilestur um evnið, serliga til foreldur. Men øll vaksin kunnu læra okkurt av hesum fyrilestri, tí vit eru øll fyrimyndir hjá onkrum barni á onkran hátt.

Mikael Arendt Laursen er í Føroyum í døgunum 9. til 14. oktober 2020 og hevur enn rúm eftir í kalendaranum til avtalur.

Mediemod tekur støði í tonkunum, sum týski heilagranskarin Manfred Spitzer lýsir í bókini ”Digital demens”, sum eisini er givin út á donskum. Fleiri granskarar og fakfólk taka undir við Spitzer í meiningum hansara. KLF, Kirke & Medier samarbeiðir við sálarfrøðingum,so sum David Madsen og Ulla Dyrløv, og granskarum, sum Jesper Balslev og Camilla Mehlsen, fyri at nevna nøkur fá.

Endamálið við at tosa um Mediemod er at skapa eina nýggja týdningarmikla vitan um, at vit, sum nýtarar, vitandi mugu taka nakrar avgerðir, um vit skulu yvirliva í einum talgildum heimi. Pressið frá sosialu miðlunum, følsku tíðindunum og einvegis nýtsluni av fjølmiðlunum kann í síðsta enda hótta okkara demokratiska samfelag. Vit mugu byrja í tí smáa og geva okkum, og ikki minst børnum okkara góðar vanar, so skermurin gerst ein hjálp og ikki ein hóttan móti okkara menning, gerðandisdegi og dannilsi. Til alla lukku er boðskapurin um Mediemod eisini, at vit øll somul kunnu broyta vanar okkara og gera mun, um vit kenna vansarnar.

Mikael Arendt Laursen er í Føroyum í døgunum 9. til 14. oktober 2020 og hevur enn rúm eftir í kalendaranum til avtalur. Tað er upplagt hjá kirkjum og samkomum at skipa ein seinnapart ella kvøld við Mediemod. Fyrilesturin er ókeypis fyri øll, ið eru áhugaði, og møguleiki verður at stuðla KLF, Kirke og Medie við einari peningaligari gávu.

Set teg í samband við KLF, Kirke & Medier á mikael@klf.dk, um tú ynskir at vita meir um Mediemod og tilboðið um fyrilesturin.