Megnar kvinnur – Tænandi kvinnur
Í fleiri dagar, og í dag, kvinnudagin 8.mars, hevur verið tosað og skrivað um kvinnur, og um teirra stóra týdning. Ja, hvat skuldu vit uttan kvinnur?
Hvat skuldi missiónin og Føroyska Sjómansmissiónin gjørt uttan kvinnur?
Tær hava borið og bera støðugt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini við forbøn, fíggjarliga og lívgað sjófólkið við jólagávum. Tær eru “ryggurin” í Sjómansmissiónini. Hjartans tøkk fyri tað.
Ítøkiliga byrjaðu kvinnurnar tað skipaða arbeiðið fyri sjófólkið í 1928.
Tær arbeiða enn útivið 100 ár seinni.
Í 65 bygdum og býum um landið, í Reykjavík og í Hirtshals, hava tær savnast. Tær hava gjørt og gera framvegis, eitt stórt ósjálvsøkið kærleiksarbeiði fyri sjófólkið og Gudi til æru.
Meiri kann lesast um kvinnuarbeiðið í bókini “Tænandi kvinnur- søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Bókin hevur 360 síður við myndum av meiri enn 1000 kvinnum og kostar 345kr.
Hon fæst á Manna.fo og í bókhandlum um landið.