Meinigheitsfakultetið vitjar í Føroyum
Í døgunum 28. februar til 3. mars vitja umboð fyri gudfrøðisskúlan Meinigheitsfakultetið í Føroyum. Tað eru teir báðir Nils Andersen, landsskrivari, og føroyingurin Jón Lange Bech, gudfrøðislesandi, sum koma at undirvísa og kunna um møguleikan at lesa gudfrøði.
Meinigheitsfakultetið (MF) liggur í Aarhus, sum er ein stak hugnaligur lestrarbýur, har fleiri føroyingar lesa. Grundin, at teir vilja vitja Føroyar, er millum annað, at føroyingar í langa tíð hava lisið gudfrøði annaðhvørt í Aarhus ella í Keypmannahavn, og at tað støðugt er neyðugt at gera ung varug við tørvin og møguleikan at lesa gudfrøði.
Í summar verður upptøka á Meinigheitsfakultetinum, sum í sama viðfangi fer undir nýggja samstarvsavtalu um útbúgving, ið fer at knýta norðurlond tættari saman. Samstarvið ber í sær, at nú kann ein lesandi søkja inn á somu útbúgving, men velja at lesa annaðhvørt í Oslo, Keypmannahavn ella í Aarhus. Hvør útbúgvingarstovnur hevur síni sereyðkenni, men felags fyri allar er at útbúgva fólk til tænastu í kirkjuligum virksemi, verið tað seg prestar ella gudfrøðingar í øðrum størvum.
Umframt skránna fyri møtini, sum øll eru hjartaliga vælkomin til, vitja teir Kristiligt Felag fyri Skúlaungdóm (KFS) og verða at hoyra í Útvarpinum, Lindini og her á Trúboðanum.
Skráin 28. februar – 3. mars:
Hósdag kl. 20:
Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn
Fríggjadag kl. 20:
Ungdómsmøti í Leirvíkar missiónshúsi
Leygardag kl. 20:
Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum á Skála og í Tabor á Toftum
Sunnudag kl. 18.00:
Møti í KFUM&K í Klaksvík
Kl. 20.30:
Ungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík