Messiansk-jødisk páskamáltíð í Kollafirði.

Týskvøldið fyri páskir var ein Messiansk-jødisk páskamáltíð hildin í missiónshúsinum í Kollafirði.

Fleiri vóru komin til hesa serligu máltíðina. Tað vóru tey bæði, Frans Jensen og konan, Marna, sum skipaðu fyri. Frans er sjálvur formaður í “Hini Føroysku Ísraelsmissiónini”.

Hetta kvøldið fingu vit so høvi til at kenna, hvussu teir kristnu jødarnir halda kvøldmáltíðina skíriskvøld. Tað gera teir enn tann dag í dag.

Vit vóru væl móttikin. Borð var dekkað upp, formað sum ein hestaskógvur og eisini var borð í miðjuni, har hin 7-armaði ljósastakin var tendraður. Við endan á borðinum vóru so hjúnini Frans og Marna.

Ein faldari var lagdur til hvønn persón við mannagongd, skriftstaði og sangum. Alt var gjørt eftir eini seremoni. Trý ljós vóru eisini við borðendan í ymiskari hædd, har eitt og eitt ljós var tendrað, alt eftir hvar í seremoni’oni vit vóru:
Skráin var henda:

Inngang – Páskafrásøgnin – Shulchan orekh máltíðin – Máltíðin verður endað – Vónin – Næsta ár í Jerúsalem.

Skriftstøð vóru lisin upp av ymiskum persónum. Eisini vóru ísraelskir sangir sungnir inn ímillum. Vit sungu tveir sangir á hebráiskum. Annars vóru teir umsettir til føroyskt. Frans bað onkra bøn á hebráiskum. Ta sermerktu tónleika-harmoni’ina, sum eyðkennir tann ísraelska tónleikin, fingu vit eisini eina kenslu av.

LES EISINI  Páskir við Argjakórinum

Tað, sum var á borðinum, var: Beiskar urtir, bein av seyði, charoset, selleri, persill, Egg, Ósúrgað breyð, saltvatn og vín.

Hettar var so etið, alt eftir hvar í seremoni’ini vit vóru.

Kvøldið var sera áhugavert og sigandi. Skriftstøðini og máltíðin talaðu fyri seg. Eftir hetta serliga upplivilsið, var bjóðað til eina máltíð uppi á loftinum í missiónshúsinum fyri mettuna. Øll vóru hetta upplivilsið ríkari.

Takk fyri eitt sera gott og sigandi kvøld.

Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.«

Matt 26:29
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina