Miðeystur og Norður Afrika eru í eini útbúgvingarkreppu uttan skúlagongd

Í einum heimsparti, sum er merktur av fátækradømi, ójavna millum kynini, mannarættindabrotum og ósemjum, kunnu lærdómur og útbúgving geva vón um eina betri framtíð fyri milliónir av børnum. Á altjóða undirvísingardegnum 24. jan., gingu 15 milliónir av børnum ikki í skúla í Miðeystri og Norður Afrika. Serliga eru tað genturnar sum ikki fáa undirvísing og gevast í miðnám, orsaka av mentunarligum, átrúnarligum og peningaligum orsøkum. Fimta hvør genta er gift áðrenn hon fyllir 18 ár.

Serliga í Afghanistan, er støðan hjá gentunum álvarsom. Tá Taliban tók umsjónina í landinum í 2021, settu teir gentunum forboð fyri at fara á Miðnámsskúlar. Sjálvt um teir við valið, alment høvdu lovað, at broyta hesa avgerð og hóast altjóða trýst, so vildu teir ikki broyta avgerðina. Ein viðmerking frá einum Sat7 hyggjara, lýsir hesa hættisligu støðu í landinum: «Biðið fyri okkum, at vit mugu blíva bjargaði frá Taliban, sum hava stongt skúlar og universitetir fyri lesandi í Afganistan. Skúlar eru broyttir til herðnaðarlegur og stovnar.»

Sagt verður frá Iran, at gentuskúlar, hesa seinastu tíðina, hava verið útsettir fyri vandamiklum kemiskum gassálopum. Yvir 300 álop hava verið á 100 gentuskúlum ymsa staðni í landinum. Mett verður, at hetta helst eru hevndaratsóknir móti gentum, sum hava luttikið í mótmælisgongum seinastu tvey árini. 1300 gentir hava fingið læknahjálp fyri eitran, síðan álopini byrjaðu í novembur 2022.

LES EISINI  Síðst í apríl vitjar nýggi leiðarin hjá Sat-7, Rita Elmounayer, Føroyar

Mariam, ein iransk kvinna, setti seg nýliga í samband við Sat7 Pars, um álopini. «Biðið fyri okkum, eitran av skúlum í landsluti okkara hevur ført til stóran ruðuleika. Eingin lovar børnum sínum í skúla longur vegna ótryggleika. Vit líta okkum til Harran Jesus, sum er alt í øllum. Her ræður so nógv órættvísi, ótti og sorg í fólksins hjarta. Vit liva í ótta, vit vita ikki um nøkur vón er fyri morgindegnum.»

Sat7 rásir sum ”Today Not Tomorrow” bjóða av, mentunarligum og átrúnarligum royndum, sum halda fast við ójavna, og kúgan av kvinnum. Í staðin stimbrar rásin kvinnum við teirra ambitiónum og lýsir teirra støðu í hesum landsparti. Lamid Said er ein av teimum kvinnum, sum stríðist fyri sínum rættindum og fyri at dóttir hennara kann halda áfram við at ganga í skúla. Hon sigur frá, at hon á Sinai fjalli, fekk eina opinbering frá Guði, sum vísti henni, at skaparin av slíkum vakurleika ikki kundi vera ein sum kúgar gentur og kvinnur.

LES EISINI  Korini hjá teimum trúgvandi og avbyrgdu kristnu í Norðurafrika

Kríggj og ósemjur í nógvum av hesum londum, eru eisini orsøkin til hesa vánaligu undirvísingarstøðu. Nýggjastu kanningar vísa, at triðja hvørt barn í hesum heimsparti liva har kríggj og ósemjur valda. Hesi liva sum flóttafólk í egnum landi og í grannalondum, har fólkatalið í forvegin er stórt við vánaligum livikorum.

Framburður og vón

Hóast nógv forðan er fyri góðari undirvísing, so er tað umráðandi at leggja til merkis, at lesi- og skriviførleikin hjá vaksnum tey seinastu árini, er vaksin frá 44% – 80%.

Sat7 leggur dent á at stuðla gentum, flóttafólki, børnum har kríggi herjar og øðrum sum ikki fáa skúlaundirvísing, við góðum undirvísingartilfari yvir netið. Rásin hevur ymiskar og góðar pallar, har eitt nú My School sendir undirvísing í grundleggjandi lærugreinum, sum lesing, skriving og rokning umframt øðrum. Hóast stórt fátækradømið, so hevur so at siga hvør familja eitt satelitsjónvarp, sjálvt í flóttafólkalegunum. Hesum fáa eisini, serliga mammur, ágóðan av, sum heldur ikki sjálvar hava fingið skúlagongd sum børn.

LES EISINI  Sat7 fylgir við støðuni í Turkalandi eftir hørðu jarðskjálvtarnar.

Undirvíst verður á arabiskum, turskiskum og persiskum. Alt hetta verður víst á rásini Sat7 kids.

Katie, sum er tannáringur í Egyptalandi, skrivar soleiðis til Sat7: «Vit takka tykkum á My School, so hjartaliga fyri eina framúr góða undirvísing og ovurhonds stóran stuðul. Tað er lætt, einkult og umfatandi í øllum sjónarmiðum. Eg havi ikki orð fyri hvussu nógv vit fáa burtur úr undirvísingini í øllum lærugreinum. Stóra, stóra takk til tykkum.”

Skráin hevur havt langtíðar ávirkan á nógvar hyggjarar. Arabiska gentan Petra skrivar soleiðis: ”Síðan eg var ein lítil genta havi eg fylgt við sendingum tykkara og lært nógv. Eg havi fingið stórt gagn av hesi góðu rás.”

Kelda: Sat7, stytt og leystliga umsett.
Marjan Nielsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina