Jólaheilsan frá Ritu Elmounayer, Sat7

Í tíðini tá Jeus varð føddur, livdi jødiska fólkið undir rómverkum harradømi. Tey bíðaðu í spenningi eftir  teirra lovaði Messiasi, friðarhøvdinganum. Men hvussu sameina vit hetta lyftið um frið, við ein oyðilagdan heim rundan um okkum? Rita Elmounayer grundar yvir kelduna til vón, fyri ein troyttan og bíðandi heim.

”Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla, navn hans skal vera kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” Jes.9:6

Tá ið vit lesa hesi orðini hjá Jesaja, er tað serliga eitt orð sum vit bíta merki í og tað er ”friður”. Tá vit hyggja at heiminum í dag við einum blandingi av ósemjum, sjúkdómum, náttúruvanlukkum, veðurlagskreppum, undrast vit og spyrja, hvar er hesin lovaði friðurin?

Ongastaðni er hetta helst meira satt enn í Miðeystri. Yemen hongur í einum tunnum tráði, kirkjurnar í Algeria standa stongdar, ósemjan í Sýria er enn ikki loyst, Libanon er í stórari fíggjarligari kreppu, Iran heldur fram við at forfylgja teimum kristnu og Turkaland syndrast meira og meira.

LES EISINI  Kurt Johansen frá SAT-7 á vitjan í Føroyum

Men hvat er tað sum gevur summum menniskjum frið og ikki øðrum, hóast tey hava tað sama at stríðast við? Hvat ger tað møguligt hjá summum, at kunna fyrigeva sínum fíggindum, ímeðan onnur eru fylt av hevndarhugi? Hvat gevur nøkrum menniskjum mót til at boða boðskapin um Jesus Kristus, hóast hóttanir og forfylging. Svarið er vón teirra í einum vónleysum heimi, vónin um at Guð er við okkum. Hetta er kjarnin í jólaboðskapinum og í allari Sat7 skránni. Nøkur stríða seg ígjøgnum mótgongdina og pínuna einsamøll, meðan onnur, sum liva undir somu umstøðum og treytum vita, at tey ikki eru einsamøll. Um tað er kríggj, forfylging, sjúka, flóttafólkalega ella deyði so siga tey: ”Vit vita at vit ikki eru einsamøll, tí tá Jesus varð føddur á jólum, var bíðitíðin at enda komin. Guð, friðarhøvdingin er nú hjá okkum og við okkum.”

Latið okkum biðja

Bið fyri teimum sum bíða eftir friði og rættvísi, serliga í Sýria, Yemen og Afganistan.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

Bið um, at øll tey sum hava sæð Sat7 sendingarnar hesi jól, koma at uppliva Guðs sanna frið, hóast truplar umstøður.

Kelda Sat7, leystliga umsett

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina