Stuðul og hjálp til kristin foreldur, at uppala síni børn, í Miðeystri og Norður Afrika. 

At uppala børn, er ein tann størsta avbjóðingin í lívinum. Serliga fyri tær kristnu familjurnar í Miðeystri og Norður Afrika er hetta ein avbjóðing, av tí at atgongdin til kristiligt barnatilfar er so avmarkað. Fleiri og fleiri foreldur venda sær til Sat7 og biðja um góð ráð til eina kristna uppaling av børnunum, sum vaksa upp í eini mentan, sum ikki góðtekur kristnu trúnna.  

Sat7 hevur ein serligan foreldrabólk á facebook, sum arabisk foreldur trygt kunnu venda sær til fyri at seta spurningar og fáa vegleiðandi svar, frá einum dugnaligum fakliga samansettum toymi.  

Spurningarnir kunnu vera ymiskir og nógvir men ein afturvendandi spurningur er, hvussu ein kann uppala barn uttan revsing og harðskap. 

Hjálpartoymið hevur nógv góð amboð at brúka.  Góð ráð sum td. góðskutíð saman við barninum og  hvíld. Nógvar góðar Sat7-kids rásir, til ymsar aldrar. ”Tykkara hjálp er dýrabar” sigur Naja frá Sýria. Tit hava verið so hjálpsom, Má Guð løna tykkum við síni góðsku. Tit gera alt sjálvboðið og eg eri tykkum so takksom. Vóni at vit kunnu varðveita sambandi.” 

LES EISINI  Sat7 sendir skúlaundirvísing

Eitt trygt rúm fyri arabisk foreldur. 

Sat7 foreldrabólkurin á facebook hevur nú 680.000 fylgjarar, sum leggja dent á, hvussu gott tað er fyri arabisk foreldur, at hava eitt trygt stað at koma við sínum stúranum og spurningum. 

Toymið aftanfyri, leggur nógv gott tilfar út á síðuna, so sum góð ráð til foreldrini, beinleiðis samrøður við ráðgevar, videobrot av týðandi Sat7 sendingum. Nakrar sendingar venda sær til serstakar bólkar sum ung foreldur, einlig foreldur og útiarbeiðandi mammur. Nógv gott tilfar til øll foreldur sum ynskja at uppala síni børn uppá ein góðan og sunnan hátt. 

Sat7- hjálpartoymið setur seg í samband við tey sum vísa áhuga fyri innihaldinum ella beinleiðis biðja um hjálp. Alt eftir hvørjum tørvi ella støðu persónurin er í, bjóðar toymið hóskandi stuðul sum ráðgeving, vegleiðing út frá skriftini, boða evangelii um foreldur ynskja at læra meita um Jesus.  

Aya, einlig mamma frá Egyptalandi, viðmerkti á facebook síðuni, at hon ynskti meira ráðgeving. Hon fekk síðani leinkju til partar um barnauppaling sendandi. Seinni sendi hon eina stóra tøkk fyri hjálpina við hesum orðum:»Hetta var mær ein stór hjálp, tí eg lærdi, at harðskapur, órøkt og frástøða ikki eru góðir foreldraeginleikar. Eg varð eggja av sendingini til at uppala børnini uppá mín egna máta.» Aya var glað fyri at hava betra seg uppá nógvar mátar og blivin ein betri mamma. «Eg biði Guð um framhaldandi at broyta og mynda meg, so eg kann gerast ein góð fyrimynd fyri míni børn. Eg biði eisini um evni og vísdóm til at uppala tey rætt. Amen” 

LES EISINI  2020 bleiv árið, har hyggjaratalið á Sat7 rásunum, setti met

Foreldur í Turkalandi hava eisini brúk fyri stuðul og ráðgeving. Serliga tey kristnu foreldrini, sum eru ein lítil minniluti í einum landi, har lítið av kristnum tilfari um barnauppaling er at finna. 

”Foreldur spyrja” er ein skrá í Sat-7 Turk, sum roynir at eggja avbyrgdum foreldrum, við at fara í dýpdina við teimum stóru spurningunum og trupuleikunum sum tey stríðast við. Í seinastuni hava tað verið spurningar sum ”dissiplin”, ”handfaring av vreiði”, ”ávirkan av sviki” og ”handfaring av angist og ótta.” 

Sjónvarpsverturin Nora fær vitjan av serkønum sálarfrøðingi, sum saman arbeiða seg ígjøgnum trupuleikarnar, har tey leggja dent á barnið. Eisini kunnu tey brúka spøl, tøkni og onnur amboð í viðgerðini fyri at hjálpa barninum at skilja tað óítøkiliga uppá ein ítøkiligan máta. 

”Okkara týdningarmesti boðskapur er, at børn eru dýrabar í Guðs eygum. Vit ynskja fyrst at greiða familjunum frá hesum” sigur Nora. ”Børnini eiga altíð at vera tann týdningarmesti parturin av lívi okkara, tí tey eru ein Guðs gáva sum er givin okkum.” 

LES EISINI  Sat-7 styrkir røddirnar á teimum sum yvirlivdu jarðskjálvtan í Sýria

Øznil, ein mamma í Turkalandi, tók saman um hugsanir hjá nógvum kristnum foreldrum, tá hon skrivaði til okkara og segði:” Biðið um at Harrin Jesus Kristus má nema barnahjørtuni, leggja trúnna í hjørtuni og draga tey til sín.” 

  • Biðið fyri foreldrum í Miðeystri og Norður Afrika, serliga kristnum foreldrum sum hava brúk fyri hjálp og stuðli. 
  • Takka fyri tað ávirkan sum Sat7 rásirnar hava á so nógvar familjur í umráðunum, eisini á teimum sosialu miðlunum. Biðið um framhaldandi vísdóm og íblástur til alt starvsfólki á Sat7. 

Kelda Sat7. Leystliga umsett og stytt 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina