Miðlaleiðarin í farloyvi til 1. oktober

Øssur Kjølbro, sum seinastu mánaðirniar hevur verið í farloyvi úr arbeiði sínum sum miðlaleiðari hjá Heimamissiónini, hevur nú fingið longt farloyvið fram til 1. oktober. Upprunaliga var ætlanin, at Øssur skuldi koma aftur í arbeiðið sum miðlaleiðari á Trúboðanum 1. juni, eftir at hann í hálvan fjórða mánaða hevur verið avloysari sum prestur í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Eftir 1. juni fer Øssur í annað avloysarastarv, hesuferð í Fuglafjarðar prestagjaldi. Sum vit áður hava skrivað her á Trúboðanum, so er Gerhard Jónsson Mikkelsen júst settur í embætið í Fuglafjarðar prestagjaldið, men hann kemur ikki til Føroya fyrr enn 1. september, og tí hava tey ongan prest fyrr enn eftir summarið.

– Hóast vit gleða okkum til at Øssur kemur aftur, so eru vit samstundis glað um, at hann kann røkja eitt kall sum prestur, sum eisini er eitt hjartamál hjá Heimamissiónini. Vit eru vís í, at hetta verður til signing bæði fyri hann og kirkjufólkið í Fuglafjarðar prestagjaldi, sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen, sum arbeiður við at finna góðar loysnir fyri Trúboðan, til Øssur Kjølbro kemur aftur úr farloyvi.

LES EISINI  Starvslýsing: Miðlaleiðari til Trúboðan

Seinastu mánaðirnar hevur Carsten Fonsdal Mikkelsen arbeitt fulla tíð á Trúboðanum. Carsten er settur hálva tíð á Trúboðanum og hálva tíð sum trúboðari.
– Tá øll missións- og meinigheitshús lótu aftur, var tørvurin fyri honum sum trúboðari ikki tann sami. Hetta gjørdi tað møguligt hjá Carsten at brúka alla sína tíð og orku á Trúboðanum. Nú eru møtini spakuliga byrjaði aftur, og tí verður aftur brúk fyri, at Carsten brúkar ein part av síni tíð sum trúboðari, men vit arbeiða við at finna góðar loysnir fyri arbeiðið á Trúboðanum, sigur Andrias Magnussen, sum samstundis kemur við eini eggjan til lesararnar á Trúboðanum. – Tað hevði verið gleðiligt, um enn fleiri sóu møguleikar fyri at tæna á netmiðilinum – Trúboðanum. Møguleiki er m.a. fyri at senda ein vitnisburð inn sum tekst ella video. Tað hevði eisini verið gleðiligt, um fólk høvdu Trúboðan í huganum, tá ið tíðindi skulu sigast. Trúboðin er málgagnið hjá Heimamissiónini, og vit vilja fegin siga frá tí, sum rørir seg í missións- og meinigheitshúsunum kring landið. Okkara stóra ynski er, at tilfarið á Trúboðanum eisini verður framleitt av okkara lesarum til okkara lesarar, og hetta er júst vorið meira viðkomandi nú.

LES EISINI  Langabbi lesur Trúboðan

Umframt Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum er settur á Trúboðanum, so hevur Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen arbeitt sum volontør á Trúboðanum síðani í februar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina