Mín vitnisburður: Sára Eið

Sára Eið

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Sum 13 ára gomul var eg á “Novemberlegu” í Nesvík, har nógv varð snakkað um frelsu. Hóast eg altíð havi verið tætt at Guði, var eg í iva um eg var frelst og valdi tí at fara til forbøn. Tað var einki fýrverk ella blásiorkestur, men eg fekk frið, tí eg nú visti at eg var frelst. Hetta hevði stóran týdning fyri meg.

Síðani tá hava tað verið tíðarskeið har eg ikki havi viðlíkahildið sambandið millum meg og Guð nóg væl, men hóast tað havi eg vitað, at Guð altíð er hjá mær. Eisini ynskir Guð at brúka meg til ymiskar uppgávur, sum krevur av mær, at eg haldi meg tætt at honum og sum eisini er tá eg havi tað allarbest.

Nú dugi eg væl at síggja afturá, hvussu nógv Guð hevur gjørt fyri meg og hvussu fantastiskt tað hevur verið at fylgst við honum

LES EISINI  Mín vitnisburður
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina