Minningarhald teirra sjólátnu

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin fýra mannalív.

Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvn teirra:

  • Tann 21. november doyði Jóhan Petur Sofus Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.
  • Tann 22. november druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.
  • Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.
  • Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.
LES EISINI  At elska er tað størsta, vit kunnu sum menniskju

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir tey, ið fórust í yrki sínum á sjónum og við sjógvin.

————————————–

Um sjólátin
Tey, sum vera nevnd á almennum minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í teirra yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Tað er ein nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuni, Sjómansmissiónini og Fólkakirkjuni, ið tekur støðu til teirra, ið vit minnast Allahalgannadag.

Kelda: Folkakirkjan.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina