Mirjam á missiónsskúla í Englandi og síðani tænastu í Moldova

Fyrsta dagin fer 26 ára gamla Mirjam Højgaard Johansen á Strondum til Birmingham í Englandi á missiónsskúla. Skúlagongdin verður nevnd MDT (Missionary Discipleship Training) og varir í tríggjar mánaðir. Síðani fer Mirjam til Moldova, har hon skal vera við í hjálpararbeiði í tríggjar mánaðir.

Stórbýarmissión

– Undirvísingin, sum eg skal hava, nevnist ”MDT UK: Urban Mission”. Tað snýr seg um at arbeiða í stórbýum og boða gleðiboðskapin til tær ymisku mentanirnar í stórbýum. Í Englandi kanst tú nevniliga møta øllum átrúnaðum í einum býi, og tað kann vera sera avbjóðandi, sigur Mirjam.

Teir fyrstu tríggir mánaðirnir innihalda nógva venjing og fyrireiking. Endamálið er, at næmingarnir – ella rættari lærusveinarnir – skilja Guds missión og eru til reiðar at tosa við fólk við aðrari mentan um gleðiboðskapin. Eisini verður ein hjálptur til eitt gott andakts- og bønarlív, eins og ein lærir seg sjálvan betur at kenna og verður lærdur at samstarva við onnur og at leiða menniskju.

Tæna í Moldova

– Frálæran er býtt upp í fýra økir. ”Knowledge” (vitan) lærir okkum bíbilska grundarlagið fyri missión. ”Community” (samfelag) snýr seg um at liva saman við fólkum,  ið hava eina aðra mentan enn tú. Gjøgnum ”mentoring” (vegleiðing) fáa vit hvørja viku vegleiðing, so ein kann mennast og vaksa. Og ”experience” (royndir) snýr seg um at fáa praktiskar royndir, áðrenn ein fer út í mission, greiðir Mirjam frá.

LES EISINI  Logos Hope bar við eitt annað skip – eingin fólkaskaði

Eftir skúlatíðina í Birmingham gongur leiðin til Moldova, har Mirjam skal verða í tríggjar mánaðir.

– Eg veit ikki heilt nágreiniliga enn, hvat mín uppgáva verður, men eg skal í øllum førum hjálpa til í  eini staðbundnari kirkju saman við 4-6 øðrum fólkum. Vit skulu millum annað hjálpa til við barnaarbeiðnum, vitja tey eldru fólkini í nærumhvørvinum og gera aðrar tænastur útfrá kirkjuni.

Óteljandi møguleikar við OM

Mirjam er eins og nógvir aðrir føroyingar limur í missiónsfelagsskapinum OM (Operation Mobilisation), sum hevur sera nógvar missiónsmøguleikar at bjóða.

– Har eru ótrúliga nógv ymisk lond, ein kann fara til, og óteljandi hættir, ein kann fara út í missión. Tað er at nýta sínar gávur, sum Gud hevur givið tær.

Mirjam kennir ongan, sum hevur verið á MDT, men vinkona hennara Birita Timothy (eisini av Strondum) er trúboðari í Japan ígjøgnum OM, og hon hevur verið við til at kveikja áhugan hjá Mirjam fyri missión, sigur Mirjam.

LES EISINI  Logos Hope kemur til Føroyar næsta summar

Jesus tænir og vil, at vit gera tað sama

Hvat fær so eina 26 ára gamla strandadamu at taka hetta stigið?

– Eg eri altíð komin undir Guds orð og eri komin at kenna, hvør Gud er, hvør Jesus er og hvør Heilagi Andin er. Ígjøgnum Jesu lív síggja vit, hvussu tætt at menniskjum hann livir og kennir hvørt einstakt menniskja. Tú kemur at kenna hjarta hansara, at hann elskar at tæna og hjálpa øðrum, uttan mun til útsjónd, uppruna, um tey eru rík ella fátæk, hvørjar meiningar tey hava ella hvørja trúgv tey hava. Hann tænir, tí at hann elskar og vil, at tey skulu trúgva á Gud, sigur Mirjam og leggur afturat:

– Gud eigur mítt hjarta fullkomiliga, og tí vil eg gera og liva, sum Jesus gjørdi, við at tæna øðrum menniskjum, sum hava mest brúk fyri tí.

Mirjam nevnir menniskju, sum eru forsømd og sum samfelagið ikki skoytir um, tey, sum tørva mat og klæði, tey einsomu, tey sjúku, tey eldru, børnini og tey ungu. – Eg vil geva av tí yvirflóð, sum eg havi, tí eg havi nógv at geva – ikki endiliga pengar, men kærleika, umsorgan, frið, gleði og eina vón, sigur hon.

LES EISINI  Nýggjasta um TeenStreet

Eitt kall

Tað er ikki bert spenningurin við at uppliva eina aðra mentan, hjálpa til og síggja, hvussu onnur hava tað, sum drívur Mirjam:

– Eg trúgvi, at hetta er eitt kall frá Gudi, sum eg havi havt í meira enn eitt ár.

Missión er nakað, eg vil liva av, eg vil tæna øðrum menniskjum, sum hava mest brúk fyri tí. Ikki tí at eg skal gera tað fyri Gud, men tí eg vil gera tað fyri Gud, sigur Mirjam.

Hon veit ikki, hvagar leiðin ber, tá mánaðirnir í Moldova eru lidnir, men hon lítur fult og fast á, at Gud fer at leiða hana, um tað so er í Føroyum, Englandi, Moldova ella onkrum heilt øðrum landi.

– Eg eri ótrúliga spent at fara fyrst í september og at síggja, hvat Gud kann og fer at gera, bæði ígjøgnum meg og onnur fólk. Endamálið er at bjarga vilstum sálum, so at tey fáa frið, frelsu, trúgv og vón, sigur Mirjam at enda.

Niðanfyri er stuttur kunningarfilmur um arbeiðið hjá OM:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina