Missiónsarbeiðið á Strondum hátíðarhelt 100 ára dagin í gjárskvøldið

Fortíð og nútíð møttust í einum hugnaligum søguligum afturliti, tá Missiónshúsið á Strondum hátíðarhelt, at 100 ár eru liðin, síðani missiónsarbeiðið í bygdini byrjaði.

Tað var í 1919, at missiónsarbeiðið so spakuliga byrjaði á Strondum, og tað varð hátíðarhildið sunnukvøldið við minnum um tað, sum einaferð var, kryddrað við brotum av tí, sum er nú, og allatíðina við Guds orði, sum altíð verður verandi, í miðdepilinum.

Annelisa Rasmussen gav áhoyrarunum eitt søguligt innlit í tey fyrstu árini, tá missiónsarbeiðið festi røtur í bygdini. Hon greiddi frá undangongufólkum sum Sannu í Stovugerði og Tummasi í Geilini, og hvussu ein bólkur av kvinnum eftir bara einum degi savnaði meira enn helvtina av pengunum inn, sum kravdust at byggja eitt missiónshús fyri. Annelisa helt fram við at greiða eitt sindur frá teimum mongum arbeiðsgreinunum, sum hava verið í missiónshúsinum gjøgnum tíðirnar.

Valið av felagssangum var eisini merkt av søguni, og millum annað varð trivið í tveir danskar sangir, sum vórðu sungnir fyrr.

LES EISINI  Sangskeiðið 2018: 3 x ja á Strondum!

Frá nútíðini luttók kórið Effata, ið umboðar eina kórsiðvenju, sum eisini hevur røtur aftur í søguna, og gjøgnum sang og andaktir vórðu áhoyrararnir sum altíð í missiónshúsinum møttir við Guds orði. Tí hóast mangt er broytt gjøgnum tíðirnar, er málið tað sama, um árið eitur 1919 ella 2019: Tá eins og nú snýr alt seg um Jesus.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina