Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Nú eitthundrað ár eru liðin, síðan missiónsarbeiðið tók seg upp í Leirvík, var hátíðarhald og framløga av 100-ár minnisriti á møtinum páskakvøld  4. apríl.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari talaði og Lilja og Ólivar sungu tveir sangir. Heri Tróndheim, ið hevur skrivað minnisritið, greiddi frá um arbeiðið við minnisritinum og um tey fyrstu undangongufólkini. Sum tøkk fyri stórt og gott arbeiði fekk Heri handað ein málning frá missiónshúsinum ið Jacob Fuglø hevur mála.

Eftir møtið vóru øll boðin til ein góðan nátturðabita. Høvið var eisini at síggja gomul skjøl frá stýrinum.

Minnisritið, ið er 64 blaðsíður við fleiri myndum, er borið í hvørt hús í Leirvík. Innihaldið er skipað soleiðis, at vit fylgja tíðini frá tí, at missiónsarbeiðið byrjaði umleið 1921 og upp til okkara dagar. Alt virksemi verður umrøtt, soleiðis at hvørt evni og hvør arbeiðsgrein fær sína yvirskrift við eftirfylgjandi innihaldi. Ritstjørnað minnisritið hava: Ásbjørn Jacobsen, Árni Jacobsen og Vagn Foldbo.

LES EISINI  Syng saman við Bláum Grasi í Leirvík

Tað fyrsta vit vita um, er at nakrir ungir menn byrjaðu við blákrossmøtum í gamla skúla (sum seinri varð losjan Lívdin). Andalig veking var í bygdini og hesi møtir vóru við tíðini meira missiónsmøtir hildin á gamla skúla og í fleiri heimum í bygdini.

Sum árini gingu, løgdust fleiri aftrat og missiónsarbeiðið mentist. Farið var tí undir at leita eftir betri hølum til møtini. Í 1925 keyptu hesir somu undangongumenn og -kvinnur dansistovuna í bygdini til missiónshús. Í seinnu helvt av 1980-unum ynskti kommunan at taka niður gamla missiónshúsið, tí tað stóð í vegin fyri útbygging á havnaøkinum.

Stýrið fyri missiónshúsið fór tí undir at byggja nýtt hús. Hetta nýggja missiónshúsið varð vígt 1. januar 1990.

Í trúgv og áliti á hann, sum segði: ”Í gjár og dag, ja, um allar ævir eri eg hin sami” (Hebr. 13,8), seta vit okkara álit og vón, at hann framhaldandi vil signa arbeiðið til frelsu fyri menninskjur og æru til hansara, sum øllum valdar.

LES EISINI  90 bilar til Drive-in Church í Leirvík

Árni Jacobsen 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina