Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár á baki

Leygardagin 2. november og sunnudagin 3. november hátíðarhalda tey í missiónshúsinum í Rituvík, at tað eru 100 ár, síðan skipað missiónsarbeiði byrjaði í bygdini. Tað verður gjørt við ymiskum tiltøkum í frítíðarskúlanum.

Í hesum døgum eru 100 ár liðin, síðani farið varð undir skipað missiónsarbeiði í Rituvík. 16 ár seinni, í 1935, vígdu tey nýtt missiónshús, ið savnaði fólk um gleðiboðskapin í fleiri ættarlið. Fyrraárið varð gamla missiónshúsið tikið niður, tí arbeitt verður við at byggja nýtt missiónshús, ið betur nøktar tørvin á tí missiónsvirksemi, sum er nú á døgum.

Hátíðarhald í tveir dagar

100 ára dagurin verður hildin um vikuskiftið. Lagt verður fyri leygardagin. Klokkan 16 heldur Petur Hansen fyrilestur um ”brot úr missiónssøguni í Rituvik”. Aftaná verður høvi at bera fram heilsanir og hugleiðingar. Eisini verður forvitnislig framsýning av myndum og ymiskum skjølum frá arbeiðinum. Eingin hundrað ára dagur uttan góðar kakur, og í Rituvík bjóða tey lagkøku.

LES EISINI  Nýggja missiónshúsið verður víst fram

Um kvøldið, klokkan 19.30, verður hugnaløta. Magni Christiansen syngur, og Jógvan Højgaard, trúboðari, talar. Ein drekkamuður verður eisini at fáa tá.

Seinni leygarkvøldið eigur ungdómurin tørn at skipa fyri, tí klokkan 22 hevur ungdómsarbeiðið opið hús.

Sunnudagin verður sunnudagsskúli klokkan 14, og klokkan 18 verður møti. Andrias Magnusen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, talar, og manskórið í Rituvík syngur. Savnað verður inn til missiónshúsið, sum stendur í gerð, og bjóðað verður til nátturða aftaná.

Trúboðin ynskir rituvíkingum hjartaliga til lukku við degnum, við tøkk fyri gott samstarv og við bøn um Guds signing yvir arbeiðið í komandi døgum.

Missiónshúsið í Rituvík 1935-2017

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina