Missiónshúsið á Viðareiði 50 ár

Í dag, mánadag 12. apríl 2021 eru liðin 50 ár, síðani Missiónshúsið á Viðareiði varð vígt.

Húsið var bygt í árunum 1969-1971, og 2. Páskadag, 12 apríl 1971, var missiónshúsið á Viðareiði vígt og alment tikið í nýtslu.

Hátíðardagurin byrjaði við gudstænastu í kirkjuni. Jákup Magnussen, gamli viðareiðisprestur, prædikaði.

Klokkan 16 var farið í missiónshúsið.

Veðrið var av tí besta, sólin skein og lítið lot. Nógv var fólkið eisini komið til Viðareiðis henda dagin, og skjótt var stúgvandi fylt av fólki.

Hjalmar Johannesen, kennari og nevndarformaður, bjóðaði øllum at vera vælkomnum og gav orðið til sóknarprestin Niels Paula Danielsen, sum røddi út frá orðinum í 5. Mósubók 33, 27: “Búðstaður er hin ævigi Gud og her niðri eru hinir ævigu armarnar”.

Hann segði nakað um, hvatið lá í forna hugtakinum “ævigur” hjá gýðingum, sum merkir nakað fast sum fjallið, meðan annað kemur og fer og rekur framvið.

Prestur setti ynski fram um, at hetta hús mátti gerast ein armur hjá tí æviga Gudi at røkka menniskjum eisini í hesi broytingartíð, ið er um at taka seg upp í landi okkara.

LES EISINI  Hugnalig og gevandi sanggudstænasta

Hann gjørdi vart við lívsins bestu barlast, ið er 1. boð, at lata upphavsins og endurnýggjanar Gud eiga fremsta sess í øllum viðurskiftum manna.
Niels Pauli Danielsen vígdi so húsið í navni Faðirsins, Sonarins og Heilagan Andans.

Síðan greiddi Hjalmar Johannesen frá, at byrja varð í 1967 við fyrireikingum til byggingina, og at húsið, sum tað nú stendur, hevur kostað umleið 140.000,- kr. í útgoldnum peningi, umframt lønarleyst arbeið, ið er gjørt.

Jákup Magnussen, prestur endaði vígsluna og bjóðaði øllum aftur til borðhald kl. 19.
Leggjast kann aftrat, at Trina Viderø, kona Kristian Osvald Viderø, prest var ein av forsprákarunum í at fullføra hetta stóra byggiverk í lítlu bygdini.


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina