Missiónshúsið Tabor á Toftum 30 ár
Týsdagin 13. februar 2024 kundi missiónshúsið Tabor á Toftum hátíðarhalda 30 ára føðingardag. Missiónsvika er á Toftum, og tí gjørdist føðingardagurin partur av henni.
Nógv var gjørt burturúr. Øll vóru bjóðaði til døgurða kl.18, og 237 fólk høvdu meldað seg til. Kl.19.30 var møti, har Øssur Kjølbro talaði og systkini Steinhólm og kvinnubólkurin Josias sungu. Orðið var frítt, og fleiri vitnaðu.
Møtið endaði við at nakrar myndir vóru vístar av Tabor, tá tað fyrst í 1990-unum stóð í gerð og tá tað varð vígt 13. februar í 1994. Høvi var eisini at geva føðingardagsgávu til Tabor.
Aftaná vóru øll uml. 230 fólkini bjóðað til drekka í kjallaranum, har lagkøkur og annað gott var at fáa.
Gamla missiónshúsið, sum eisini kallaðist Tabor, var vígt 13. februar 1939 og stóð nærum á sama staði.
Nógv virksemi
Nógv virksemi er í og út frá Tabor, tí har er lív í so at siga hvønn dag. Klútaklipping fyri Bláa Kross er hvønn mánadag og annanhvønn mánadag er junior. Týsdag savnast sjómanskvinnuringurin, tá eru eisini bíbliubólkar fyri ungar dreingir og gentur. Hvønn mikudag er bønarmøtið og bíbliutími, og annanhvønn mikudag í vetrarhálvuni er barnaringur. Hósdag venur Taborkórið og annanhvønn hósdag í vetrarhálvuni er Morgun kaffi. Leygardag er ungdómsmøtið og sunnudag er sunnudagsskúli og møti.
Harafturat er Taborkór, Streingjakór, Barnakór, Gadders, New Praise, Petur Hans við bólkið, Leila og Max og onnur sum syngja, meðan ymiskir tónleikarar spæla undir.
Blái Krossur, húsvitjanir og annað virksemið er eisini partur av arbeiðinum.
Leiðslan takka øllum fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt, og biðjur um, at tað verður Gudi til heiðurs og æru og menniskjum til frelsu og varðveitslu. Tað er endamálið.