Missiónsskúlin: Tvørmentalig mission – hvussu sigi eg fólki við fremmandari mentan um Jesus
Tit skulu vera vitni míni líka til enda jarðarinnar, segði Jesus.
Birita av Strondum og John úr Belfast kundu valla farið longur burtur. Tey eru trúboðarar í Japan og fara at greiða frá, hvat tey gera og hvussu vit bera okkum at, tá vit skulu luta evangeliið við fólk úr eini púra fremmandarin mentan.
Kom og hoyr tey greiða frá.
Nær: Týsdagin 21. januar kl. 19.00
Hvar: J. H. Schrøtersgøta 11, Tórshavn
Øll eru vælkomin!
Hvat er OM Føroyar: Endamál okkara er at eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur.
Les meira á www.om.fo