Missiónsvika í Thabor
Hjartaliga vælkomin til missiónsviku í Thabor í Fuglafirði 28. januar til 2. februar 2025.
Evnið fyri missiónsvikuna er: “Saman við Jesusi”. Í Bíbliuni lesa vit um fleiri støður, har orðini ”saman við Jesusi” standa. Í Matteus Evangeliinum stendur, at ”mangir tollarar og syndarar settust til borðs saman við Jesusi…” Á okkara døgum er tað enn líka viðkomandi at vera saman við Jesusi, sum tað var fyri 2000 árum síðani.
Skrá fyri missiónsvikuna:
Týsdagur 28. januar kl. 19.30
Henny og Jóhannus Mikkelsen, Toftir
Kórið Caritas, Leirvík
Innsavning til Heimamissiónina
Mikudagur 29. januar kl. 19.30
Martha og Tummas Pauli Mýri, Klaksvík
Cantus Deo, Fuglafjørður
Hósdagur 30. januar kl. 17.30
Familjumøti
Hildigerð og Pól á Sondum, Toftir
Barnakórið í Thabor
Thabor bjóðar døgurða eftir møtið
Fríggjadagur 31. januar kl. 19.30
Duruta og Ejvind Mouritsen, Argir
Taborkórið, Toftir
Leygardagur 1. februar
Kl. 09.30 Morgunmatur og bíbliutími
Olga og Tórfríður Magnussen, Lamba
Kl. 19.30 Beinta og Havstein Klein, Sandur
Gospelkórið í Thabor
Sunnudagur 2. februar
Kl. 12.00 Gudstænasta
Gerhard Mikkelsen
Kl. 17.30 John Petersen, Kambsdalur
Manskórið í Thabor
Innsavning til Thabor
- Thabor bjóðar drekkamunn eftir hvørt møti tó verður døgurði hóskvøldið og nátturði sunnukvøldið.
- Á missiónsvikuni verður høvi at keypa bøkur og fløgur.
- Hálvan tíma undan hvørjum møti er bønarløta í loftsstovuni.
- Gávur til Thabor kunnu latast á konto: 9865-994.494.4
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Stýrið fyri Thabor
Tíðindabræv frá Trúboðanum
Fá vikuligt tíðindabræv á tín teldupost, so tú fært alt við. Tíðindabrævið vísir tær samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna. Les meira…