Missiónsvikan 2023 í Kvívík

Missiónsvikan varð hildin í Frøishøllini í Kvívík 20.-22. januar. Hølini í høllini eru sera góð at halda møti í. Kvívíksingar vóru sera blíðir og veitti okkum alt gott, sum komu úr øðrum bygdum. Trúboðarin hevði lagt alt væl til rættis.
Náðigávurnar og evnini hjá okkum eru ymisk. Tá er jaligt at síggja, hvussu vit kunnu rætta hvør øðrum eina hjálpandi hond, og at boðskapurin um Jesus Kristus verður greidliga boðaður.
Stutt sagt, so kendist missiónsvikan góð og jalig.
Jóannes Fonsdal

Haldi at møtini í Kvívík vóru góð, góð uppmøting og boðskapurin var greiður. Evangeliið um Jesus bleiv borið fram í talu og sangi, sera góð møtir. Tað er langt síðan, at møtir hava verið í Kvívík, so tað er nakað, vit eiga at hugsa um, at fara til tær smáu bygdinar at hava møtir.
Magni Christainsen

Tað var ein góð missiónsvika í Kvívík. Góðar talur, ið ávirkaðu meg, eisini góðir sangarar og góður felagssangur. Ein vælfyriskipa missiónsvika. Eisini góðir vitnisburðir.
Takk.
Jens Pauli í Dali

Ein sera góð missiónsvika varð hildin í Kvívík um vikuskiftið 20.-22. januar.
Møtini vóru hildin í Frøishøllini. Umstøðurnar vóru sera góðar í allar mátar hvat viðvíkur praktiskar og tekniskar umstøður. Tað eru nógv ár síðani, at tað hevur verið hildin missionsvika í Kvívík. Uppmøtingin var góð, og nógv hava hjálpt til, hvat viðvíkur at gera umstøðurnar góðar, praktiskar og at boða boðskapin um Jesus Kristus.
Talir hava verið góðar og greiðar. Boðskapurin var eisini boðaður við sangi. Vitnisburðar vóru eisini hildnir við einum góðum boðskapi. Sangur hevur verið framførdur av ymiskum bólkum, eisini av einari ungari gentu, sum sang og spældi so meistarliga.
Ólavur Jacobsen

Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.

Heb 11:1
LES EISINI  Møti: Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina