Missiónsvikan á Strondum byrjar sunnudagin 23. februar

Missiónsvikan á Strondum er í átta dagar. Hon byrjar sunnudagin 23. februar við einum familjumøti og endar sunnukvøldið 1. mars.

Bønarløta er 45 minuttir áðrenn møtini byrja, og kaffi er aftaná øll møtini.

Leygarkvøldið er innsavnan til trúboðarar, og sunnukvøldið er innsavnan til Missiónshúsið á Strondum.

Barnaansing er fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

 

Skráin fyri vikuna:

 

Sunnukvøld: Familjumøti klokkan 18.00

Frits Thomsen talar og barnakórið av Skála syngur

 

Mánakvøld: Møti klokkan 19.30

Marjan K. Nielsen talar og Bjarta Á. Berthelsen og Gudný Johannessen syngja

 

Týskvøld: Møti klokkan 19.30

Símun P. Jacobsen talar og ungar gentur av Strondum syngja

 

Mikukvøld: Føstugudstænasta klokkan 20.10

Pól Johannessen prædikar og sløkkiliðsmenninir syngja

 

Hósdagin: Morgunkaffi klokkan 10.00 – Ellintur Abrahamsen hevur eina andakt

Møti klokkan 19.30

Petur Martin Glerfoss talar og mansbólkur úr Klaksvík

 

Fríggjakvøld: Møti klokkan 19.30

Ólavur Jacobsen talar og systkin av Skála syngja

Aftaná er eftirmøti.

LES EISINI  Jesus vil og kann

 

Leygarkvøld: Møti klokkan 19.30

Carsten F. Mikkelsen talar og Taborkórið syngur

Klokkan 22.00 er ungdómstiltak. Rósa Danielsen talar og Lilja Klein Jacobsen syngur

 

Sunnudagin: Gudstænasta við altargongd klokkan 11.00 – Símun P. Jacobsen prædikar

Møti klokkan 18.00

Torleif Johannesen talar og Effata syngur

Aftaná er eftirmøti.

 

Tí eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr” (Róm 1,16a).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina