Missiónsvikan í KFUM&K byrjar í kvøld

Í kvøld byrjar árliga Missiónsvikan hjá KFUM&K í Klaksvík. Og aftur í ár er ein spennandi skrá sett sama til alla vikuna. Fyrsta møtið verður við Petur Martin Glerfoss, ið talar um Jesus í 2020.

Møtið verður sent beinleiðis á kuff.fo.

KFUM&K skrivar annars soleiðis um missiónsvikuna:

Ert tú ivandi, ella er alt upp á pláss hjá tær? So bjóða vit tær at hoyra um Jesus Kristus. Um tú hevur góð ella ring vinabond, so er eisini nakað til tín.

Ella hava avleiðingarnar verið stórar av teimum avgerðum, tú hevur tikið í lívinum?

Øll eru hjartaliga vælkomin á øll møtini.

Um tú hevur trupulleikar við, hvør Jesus er í 2020, ella um tú heldur, at tað er nakað fjas at trúgva á Jesus í 2020 – ja, so hava vit nakað til tín!
Sigrun og Leo Hans Mikkelsen koma norður mikudagin at tosa um “Relatiónir í familju og samkomu.”

Leygarkvøldið verður karmur um eitt panel- og spurnarkvøld. Møguleiki er at koma við spurningum alla vikuna!

LES EISINI  Kuffarnir skipa fyri stuðulstiltaki í kvøld

Og lagt verður afturat bygningurin er stórur, og møguleiki er at brúka stóran part av húsinum, um tað gerst ov trongt. Øll tilmælini í sambandi við Covid-19 verða fylgd.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina